Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

Høvuðsungdómsvenjari settur

22. januar 2019 |

Sum nakað nýtt í fjør valdu okur at seta ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv. Hettar var heilt víst við til at hækka um støðið á venjingunum í felagnum, og at fáa gongd á ymsik nýggj tiltøk, eitt nú morgunvenjing, ið var … Les meira

Limagjald fyri hvílandi limir

22. januar 2019 |

Nógv hava seinastu tíðina heitt á ymsar nevndarlimir í felagnum um, hvussu ein gerst passivur limur í felagnum. Hetta eru vit í felagnum sera fegin um, at áhugin fyri felagnum tykist sera stórur í ár og tí er her ein … Les meira

Fyrsti heimadystur í VFF Cup leygardagin

16. januar 2019 |

Venjarafelagið skipar fyri kapping, ið feløgini nýta sum venjingardystir. Kappingin er eitt sindur øðrvísi skipa í ár og sostatt verður fyrsti heimadystur við Stórá nú leygardagin. Mótstøðuliðið eru uppflytararnir úr Fuglafirði, ÍF. Dysturin verður kl. 13. Lars Müller verður dómari.

Les meira

Skráin fyri Betri Deildina kunngjørd

12. januar 2019 |

Nú hevur FSF almannakunngjørt skránna fyri Betri Deildina 2019. Í byrjanini av desember var greitt, hvussu fyrsta umfarið fór at verða skipa, umframt hvørji lið fingu fjúrtandi heimadystin. Tá var greitt at Tvøroyrar Bóltfelag ikki fór at fáa ein eyka … Les meira

Leikaratilgongd

11. januar 2019 |

Tvøroyrar Bóltfelag kann í kvøld boða frá, at sáttmáli er gjørdur við tveir serbar. Talan er um tveir 29 ára gamlar leikarar, ið fara at styrkja um hópin til hetta kappingarárið í Betri deildini.

Annar er miðvallarleikarin Veljko Vukovic og … Les meira

Venjingartíðir hjá vaksnamannadeildini

8. januar 2019 |

Nú árið er væl og virðiliga byrja eru venjingartíðirnar komnar í fasta legu hjá teimum vaksnu.

Venjingartíðirnar eru soleiðis:

Mánadagar kl 18.00Týsdagar kl 18.00Tórsdagar kl 18.00Fríggjadagar kl 18.00Leygarmorgnar kl. 10.00

Les meira

Heilsufótbólturin byrjar aftur

8. januar 2019 |

Jólafrítíðin er av og tí er eisini tíðin komin til at finna sær fótbóltsklæðini fram aftur.

Heilsufótbóltur byrjar aftur í kvøld, týskvøldið 8. januar klokkan 20:00 við Stórá.

Heilsufótbóltur hjá TB er tvær ferðir um vikuna, týs- og tórskvøld klokkan … Les meira

Fríggjadagsvenjing

3. januar 2019 |

Enn ein venjing á skránni, hon verður í morgin (fríggjadagin) 4. januar við Stórá.

Eru spurningar kann Sigvald Steinkross hittast á tlf. 507 507.

Les meira

TB sigur í Vági um jólini

2. januar 2019 |

Eyðkendi og frálíki svart-hvíti búnin hjá Tvøroyrar Bóltfelag var um jólini við til at sigra í Marghøllini í Vági, har fótbóltskapping varð fyriskipa.

Millum luttakararnir var eitt lið av ungum monnum, ið hava ella hava havt teirra dagligu … Les meira

Venjing tórsdagin

2. januar 2019 |

Venjingin til kappingarárið er byrja og verður næsta venjing í morgin, tórsdagin 3. januar 2019 klokkan 18:00 við Stórá.

Eru spurningar kann Sigvald Steinkross hittast á tlf. 507 507.

Les meira

Venjing fyri vaksin byrjar 28. des

25. desember 2018 |

Hervið skal boðast frá, at venjingin fyri vaksin t.e. U17 og uppeftir byrjar nú 28. desember.

Venjingin verður við Stórá klokkan 18:00.

Eru spurningar kann Sigvald Steinkross hittast á tlf. 507 507 um ivamál eru.

Les meira

Milos Budakovic til TB

4. desember 2018 |

Fyrireikingarnar til Betrideildina 2019 hjá Tvøroyrar Bóltfelag eru væl ávegis og nú kann felagið boða frá at málmaðurin er fingið uppá pláss. Talan er um Milos Budakovic, ið eisini var aftasti skansi í ár, tá Tvøroyrar Bóltfelag luttók í Betrideildini … Les meira

Nýggjan høvuðsungdómsvenjara

19. november 2018 |

Felagið setti í ár danan John Petersen sum høvuðsungdómsvenjara fyri 2018. Nú sáttmálin er við at enda, hevur John avgjørt at leita sær eftir nýggjar avbjóðingar.

Okur í felagnum hava verið sera glað fyri tað arbeiði, ið John hevur gjørt … Les meira

Væleydnaður basarur

5. november 2018 |

Árligi basarurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag var sunnudagin 4/11. Sum heild kann sigast at hann var sera væl vitjaður og felagið vil við hesum takka fyri góða stuðulin.

Bert ein lutur er ikki avheintaður og tað er ein karamellueskja. Vinnandi seðilin … Les meira

Nevndir mannaðar

31. oktober 2018 |

Í gjárkvøldið, týskvøldið 30. oktober, var eyka aðalfundur hjá TB við Stórá, har nevndarval var á skránni. Heilt fitt av fólki var møtt og eydnaðist tað at manna nýggja starvsnevnd og fótbóltsdeild.

Í starvsnevndina vóru valdir: Henrik Thomsen, Bjarni … Les meira

Eykaaðalfundur 30. oktober

24. oktober 2018 |

Eftir aðalfundin 23. oktober er greitt at neyðugt er við eykaðalfundi fyri at fáa mannað nevndirnar. Sostatt lýsir felagið til eykaaðalfund tann 30. oktober í hølum felagsins klokkan 19:00.

Á skrá er val av nevnd og ymiskt.

Nevndin.

Les meira

Neytamykju-vinnaraseðilin

20. oktober 2018 |

Í dag seinnapartin hevur tarvurin gjørt sína skyldu. Seðil nr 760 vann. Vinnarin kann venda sær til Judi Holm á tlf 291685.

Les meira

AB fór við øllum í hurlivasanum

17. september 2018 |

Heystarkuldin nærkast fyri hvønn dag, og sama kann sigast um dystin við Stórá í dag, ein heldur linur og líkagyldigur spenningskaldur dystur. Suðringar lógu áðrenn dystin á talvuni í ongamanna landi á 7. plássi við 21 stigum meðan gestirnir av … Les meira

Væleydnaður fótbóltsskúli

17. august 2018 |

So gjørdist fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár. Byrjað var sunnudagin, og ikki færri enn 160 børn hava luttikið í ár! Hettar er sostatt størsti fótbóltsskúlin, ið okur enn hava skipað fyri.

Hvørt ár royna okur at fáa onkran spennandi útlendskan … Les meira

Heilsufótbóltur aftur á skránni

17. august 2018 |

Heilsufótbóltur verður við Stórá aftur í heyst og vetur. Hetta er eitt sera gott høvið hjá øllum at stuttleika sær, samstundis sum ein íðkar fótbólt.

Gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsu-árin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing … Les meira