
Effostøðin á Tvøroyri, sum húsast á bygninginum hjá N.J. Mortensen og TB hava gjørt eina spennandi stuðulsavtalu. Talan er um eina stuðulsavtalu, sum umframt at geva TB pengar í kassan eisini kemur at skapa eina kapping millum TB fjepparar.
Tit hava valt dagsins leikara móti ÍF og úrsliti gjørdist rættuliga greitt, tá saman um kom. Óli Johannesen, sum við einum málið var við at tryggja eina stigið, varð valdur til dagsins leikara móti ÍF. TB troyggjan við 13-talinum á rygginum hevur tey mongu seinastu árini verið borin av veteraninum, sum hevur leikt imponerandi 339 dystir í TB troyggju! Troyggjan verður sjálvandi eisini við autografinum hjá fyrrverandi landliðshetjuni!
Í samband við, at tíðin nú av álvara styttist til nýggja “ítróttar húsið” verður liðugt og nógv verður at tríva í, so havi vit eina uppgávu, sum vit fegin ynskja hjálp til:
Her á TB heimasíðuni er veruliga við at koma gongd á aftur, eftir at vit av ymsum orsøkum hava ligið í dvala í longri tíð. Nú er Jens Rói Sørensen komin til, umframt at Mortan Enni hevur boðað frá, at hann væl kann traðka til og geva eina hjálpandi hond. Eisini hava vit allierað okkum við Rúna Thomsen, sum eisini kemur at spaða til, mest á myndafrontinum, har undirritaði og Jens Rói eisini fara at syrgja fyri, at tað koma myndir frá dystunum hjá TB.
Landskappingin er nú væl ávegis og okkara menn hava enn einaferð víst, at teir kunnu standa seg móti einhvørjum liði í bestu føroysku deildini. Økið við Stórá er nú vorðið ríkað við einum stásiligum felagshúsi, ið fyrsta dagin letur upp fyri almenninginum.
Tílíkt lokkar og hevur Tvøroyrar Bóltfelag eisini merkt hetta við einari øgiligari leikaratilgongd í øllum deildum felagsins, líka niður til tey yngstu.
TB vil fegin deila tey seinastu tíðindini um felagið við tykkum, eins og TB ynskir at greiða nærri frá um støðuna hjá í dag og komandi tíð.
Ungdómsdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag bjóðar til foreldrafund í hallarkantinuni í Trongisvági, Mánadagin 11 mars kl 19:00. Á skránni verður, framløga av ætlanum hjá ungdómsdeildini fyri árið 2013, og so hava vit fingið Hans Mourits Foldbo, Barnasálarfrøðing, at halda ein stuttan fyrilestur. Hans Mourits kemur m.a. at greiða frá týdninginum av, at foreldur ella avvarandi stuðla ungdóminum í ítróttinum. Ungdómsdeildin vónar at síggja minst eitt foreldur hjá øllum TB-spælarum og TB/ROYN-spælarum á foreldrafundinum. Eisini eru foreldur, sum hava børn, ið ikki áður hava íðka fótbólt, og ynskja at taka lut í fótbóltinum í ár, hjartaliga vælkomin.
Fyrst í komandi ár skipar Tvøroyrar Bóltfelag fyri ruddingardegi á Tvøroyri. Ætlanin er, at tað skal blíva ein táttur sum skal verda fastur, á hvørjum ári, og tad er nakad sum vit gleda okkum til, sigur Hans Fróði Hansen, Ítróttarstjóri í Tvøroyrar Bóltfelag. – Vit eru sera takksom, fyri allan studul og vælvild, sum fólk í Tvøroyrar kommunu hava veitt TB, øll hesi ár, og tí ynskja vit, at geva eitthvørt aftur til okkara kommunu. Vit ætla at skipa fyri einum árligum ruddingardegi í okkara kommunu, har vit í TB koma at ganga á odda og samskipa, sigur Hans Fróði Hansen. Seinni í ár verður kunnað meira ítøkiligt, um hetta forvitnisliga átak.
Áhugafelagið hjá Tvøroyrar Bóltfelag hevur selt lutaseðlar í seinastuni, og vinnandi tølini eru nú drigin. Vinningarnir vóru 9 í tali, og seðlarnir eru seldir kring alla oynna. Tvøroyrar Bóltfelag takkar fyri vístan stuðul.
Í sambandið við dystin við Stórá í morgin kl. 15, har TB tekur ímóti B36, verða lutaseðlar seldir. Profa á Tvøroyri hevur latið gávubrævið.

Vinningurin, til stuðulstiltakið sunnudagin, verður ein vøkur iPhone. Allur ágóðin fer óskerdur til Tvøroyrar Bóltfelag (Mynd: google.com)
Sum flest øllum kunnugt, verður skøtil settur á seinnu kappingarhálvu í Effodeildini um vikuskiftið. TB byrja við heimadysti móti klassisku kappingarneytunum úr KÍ, og tað verður væntað, at áskoðarafjøldin verður stór sunnudagin. Við hesum í huga, hevur áhugabólkur hjá TB, fyriskipað eina forvitnisliga kapping, í steðginum á Effodeildardystinum. Undir dystinum ganga fólk kring vøllin, og selja tennisbóltar. Hesir bóltar skulu síðani tveitast móti miðkringinum, men tveitast skal tó ikki, fyrr enn fyriskipararnir hava givið boð um tað. Bólturin, nærmast sjálvasta miðblettinum í miðkringinum, vinnur eina flotta iPhone.