Category Archive: TB Studio

TB-Studio samstarvar við Kringvarpið

Vøllurin við Stórá verður vónandi góðkendur til Effodeildarbólt í morgin (Mynd: Turið Vestergaard)

Vøllurin við Stórá verður vónandi góðkendur til Effodeildarbólt í morgin (Mynd: Turið Vestergaard)

Verður tað talan um, at TB sleppur at spæla sín næsta heimadyst á nýggja leikvøllinum við Stórá, so er tað somikið stór hending, at Kringvarpið ynskir at varpa ljós á hendingina. Í hesum sambandi hava teir heitt á útvarparan hjá TB Studio, um at hjálpa sær við hesari uppgávu. Einasta, ið nú væntar, er longi væntaða góðkenningin frá sýnsmonnum í loyvisnenvdini hjá FSF. Kemur góðkenningin, sum er væntandi á miðdegi í morgin, so verður dysturin í sætta umfari av Effodeildini millum TB og ÍF útvarpaður í Kringvarpi Føroya sunnudagin.

Eldri upptøkur ynskjast

Vit í TB-Studio hava í hyggju at savna alt tilfar, sum er at finna um TB. Serliga sóknast vit eftir sjónbondum, ið ikki neyðugt skulu vera av dystum. Allar upptøkur í og rundanum TB húsið er hjartans vælkomnar, og verða bornar aftur í sama standi, sum vit lána tað í.

Útvarpað verður úr Havn sunnudagin

Eftir áheitan frá trúgvum TB fjepparum, hava vit valt at fara til Gundadals at útvarpa dystin millum HB og TB í 1. deild. Dysturin byrjar kl 16, og Tvøroyrar Bóltfelag heitir um alt, sum kann ganga og grumla, og hevur eitt TB hjarta, um at koma niðan í Gundadal at taka aftur Tvørabakkan, sum so mangan dreiv TB til sigurs í teimum góðu gomlu døgunum. TB Studio ynskja tykkum ein góðan dyst, og útvarpingin fer fram yvir heimasíðuna her.

TB-AB – Beinleiðis í morgin kl. 15

Brakið verður útvarpað

Tað eru mong, ið hava áhuga í oddabrakinum millum TB og AB leygardagin, og tað er eisini lætt at skilja. Dysturin er nokk tann týdningarmesti hjá TB, seinastu mongu árini, og verður vinnari funnin, fær hesin eitt rættuliga gott útgangstøði til síðstu dystirnar í uppflytingarstríðnum. Tvøroyrar Bóltfelag vónar at nógv fólk møtir til dystin leygardagin, fyri at stuðla liðnum til sigurs móti argjamonnum. Harafturat hava vit í TB Studio valt at útvarpa dystin beinleiðis gjøgnum TB heimasíðuna, so at tey, ið ikki kunnu koma til Hvalbiar, eisini skulu fáa eina kenslu av, hvussu leikur ferst á Skørðunum. Dysturin byrjar kl. 15.

Útvarpan avlýst

Orsaka av konfirmations aktivitetið í Hvalba hava vit valt at avlýsa ætlaða útvarpanina í dag, teknisk eru vit ikki so væl fyri og av útgerð hava vit ikki nokk til at kunna umleggja uppsetanina, vit biða um umbering fyri hetta og lova at vit koma sterk aftur. Tá hetta so er sagt, so verða tit heilt ikki við sviðu soð, tí vit eru við myndatóli á staðnum og taka kykmyndir upp sum verða lagdar út seinni.

TB Studio eru klárir

Sum vit hava gjørt tað seinastu tvey árini, fara vit aftur í holt við at varpa heimadystirnar hjá TB. Aldursforsetin er enn í 1. Deild, og málið er óbroytt. TB Studio fer sjálvandi at fylgja liðnum á vegnum, og vóna at vit við kappingarenda kunnu fegnast saman við leikarum og fjepparum, tá málið er rokkið, ið er uppflyting til bestu deildina.

Kunning frá TB-Studio

Av tí at TB í ár skal leika sínar heimadystir í Hvalba og vit enn ikki vita hvussi umstøður verða til at útvarpa, so er tað ikki heilt sikkurt at útvarpa verður. Men vit fara til Hvalbiar at vita hvat og hvussu, og um tað liggur fyri, so verður tað útvarpað, um ikki, so haldið okkum tilgóðar.

Beinleiðis flogbóltur

 

Beinleiðis flogbóltur

 

Eldri greinar «