Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB/FCS/Royn

Sigur í evstu løtu á Dungasandi

18. mars 2018 |

Í gjár gekk leiðin um baldruta Suðuroyarfjørð fyri at fara í ein vestan, tá komið var í høvuðsstaðin. 07 Vestur stóð fyri skotum og var hetta av mongum mett sum tann fyrsti dysturin, ið veruliga kundi geva eina mynd av … Les meira

Tap í illveðrinum við Stórá

11. mars 2018 |

Tað var illveður í Trongisvági, tá TB/FC Suðuroy/Royn og NSÍ spældu. NSÍ hevði undanvind at byrja við og teir trillaðu bóltin fyri tað mesta runt á teirra egnu hálvu. Hesum spælinum vóru vertinir nøgdir við og leikliga gongdin darvaðist enn … Les meira

Teitur Olsen eisini við í ár

7. mars 2018 |

Ungi og evnaríki leikarin Teitur Olsen verður eisini at síggja í TB/FC Suðuroy/Royn í ár. Sáttmáli er skrivaður við 22 ára gamla Teitur og harvið er hansara luttøka eisini tryggja hetta kappingarárið.

Í fjør leikti Teitur 25 dystir í Effodeildini … Les meira

Sunnudagin byrjar Betri Deildin

7. mars 2018 |

Sunnudagin verður fyrsta umfar í Betri Deildini, hetta fyrsta umfarið er eisini fyrsta umfar við nýggja stuðlinum hjá bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.

TB/FC Suðuroy/Royn byrjar á heimavølli við Stórá ímóti NSÍ. Runavíkingar leiktu leygarkvøldið ímóti Víkingi í stórsteypadystinum, sum Víkingur … Les meira

Byrja heima ímóti NSÍ

29. januar 2018 |

Leikskráin fyri Betrideildina 2018 er nú fastløgd og byrjar TB/FC Suðuroy/Royn við Stórá ímóti NSÍ. Fyrsta umfarið verður leikt 11. mars. Kappingin endar 27. oktober, tá TB/FC Suðuroy/Royn spælir heima ímóti 07 Vestur.

Summarsteðgurin í ár byrjar fyri TB/FC Suðuroy/Royn … Les meira

Eirikur longt sáttmálan

23. november 2017 |

Í løtuni eru fyrireikingarnar til Effodeildina 2018 í gongd og hevur felagið eitt nú avgreitt venjaraspurningin. Seinastu dagarnarnir eru sáttmálar longdir við fleiri leikarar, í dag kunnu vit so boða frá, at Eirikur Magnusarson hevur longt sáttmálan við TB/FC Suðuroy/Royn … Les meira

Myndir frá ársveitslu

29. oktober 2017 |

Leygarkvøldið var ársveitslan hjá TB/FC Suðuroy/Royn hildin.

Í samband við veitsluna vóru leikararnir úr Effodeildini og 1. deild heiðraðir. Niðanfyri sæst listin yvir heiðursvinnararnir.

1.deild Ársins framstig: Rani Johansen Ársins Ungi Leikari: Andrias Sørensen Ársins Leikari: Teitur Krosslá Mortensen

EffodeildinLes meira

Stefan til U19 EM undankapping

17. oktober 2017 |

Í døgunum 6. til 15. november er EM undankapping hjá U19 landsliðnum hjá monnum. Jógvan Martin Olsen er venjari og hevur hann úttikið Stefan Radosavljevic til hesa kappingina.

Restin av hópinum sæst niðanfyri.

Skráin í samband við EM undankappingina … Les meira

Samstarvið longt eitt ár

22. september 2017 |

Í fjør var avgjørt at fara undir miðvíst samstarv við hini fótbóltsfeløgini í oynni, sum eina roynd at framtíðartryggja fótbóltinum í Suðuroynni. Fyrsta árið av samstarvinum er um at vera av og í gjár var eykaaðalfundur hildin har einasta málið … Les meira

Sigursmyndir: TB/FC Suðuroy/Royn – ÍF

20. august 2017 |

Niðanfyri er eitt myndasavn av myndum frá dagsins dysti, ið bleiv vunnin 1-0 við Stórá ímóti ÍF. Sostatt eru fyrstu stigini vunnin eftir summarsteðgin.

Les meira

Myndir TB/FC Suðuroy/Royn – Víkingur

27. juli 2017 |

Í dag var fyrsti dystur við Stórá eftir summarsteðgin hjá Effodeildini. Tíverri gjørdist úrsliti 0-3 og Víkingur varðveitir fyrsta plássið í deildini. TB/FC Suðuroy/Royn hevur framvegis 20 stig.

Nakrar myndir frá dystinum síggjast niðanfyri.

Les meira

Summarfríð á fimta plássið

24. juni 2017 |

Mong ár mugu vera síðani, at eitt lið úr suðuroynni kundi halda summarfríð frammanfyri Havnar Bóltfelag. Undan dystinum í gjár kundi annars væntast ein mannfólkauppgerð, tí HB skuldi royna at reisa seg og enda fyrstu hálvu av kappingarárinum við manér. … Les meira

Á fjórða plássi

18. juni 2017 |

Í dag var spennandi dystur við Stórá har 07 Vestur var á vitjan. TB/FC Suðuroy/Royn mátti í dag vera fyri uttan tveimum vegna leikbanni, Poul Ingason og Mats Walberg, ið báðir fingu reytt kort í dystinum ímóti Skála fyrr í … Les meira

Teitur Justinussen komin heim

16. juni 2017 |

Evnaríki og tekniskt dugnaligi Teitur Justinussen verður aftur partur av Effodeildini, hesa ferð við TB/FC Suðuroy/Royn. Teitur hevur í alt leikt 168 dystir við TB í sínari tíð sum fótbóltsleikari í vaksnamannadeildini. Av hesum 168 eru 76 leiktir í Effodeildini … Les meira

Málríkur sigur í málríkum umfari

4. juni 2017 |

Hóast upptaktin til dystin leygardagin var heldur ivasom við fleiri tapum á rað í skjáttuni, so var uppgávan greið – ein sigur mátti til fyri ikki at veruliga gerast partur av tí tyngra endanum av Effodeildini.

ÍF hevur havt tað … Les meira

Stefan á U19 landsliðið

18. mai 2017 |

Ungi og evnaríki TB/FC Suðuroy/Royn leikarin Stefan Radosavljevic er úttikin til U19 ladsliðshópin sum skal spæla tveir vinardystir ímóti Luksemburg tíðliga í juni mánað.

Stefan var við U17 landsliðnum, tá teir vóru til EM endaspælið fyrr í hesum mánaðinum.

Vinardystirnir … Les meira

Sáttmálin við Johan Gulliksen uppsagdur

15. mai 2017 |

Johan Gulliksen verður ikki at síggja aftur í grønu troyggjuni hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sáttmálin er uppsagdur eftir, at staðfestast mátti, at skaðin hann hevur fingið verður ov drúgvur. Johan Gulliksen leikti ein dyst fyri TB/FC Suðuroy/Royn.

Felagið var vitandi um, … Les meira

Dýrt verjuspæl

14. mai 2017 |

Dysturin í dag var toppdystur millum TB/FC Suðuroy/Royn og KÍ, hetta var stroymingin eisini ein váttan av. Niels Petersen segði frá dystinum fyri Kringvarpið á YouTube.

Dysturin byrjaði rættuliga óskipaður, har tað ikki var nakað serligt fótbóltsspæl. Vit kunnu ikki … Les meira

Bláa Bylgjan brýtur í sunnan

11. mai 2017 |

Sunnudagin stendur áttanda umfar á skránni í Effodeildini og talan verður av sonnum um toppdyst. KÍ liggur á deildum fyrsta plássið saman við Víkingi. Beint aftanfyri liggur TB/FC Suðuroy/Royn, ið er komið væl frá byrjan.

Seinastu tveir dystirnir eru báðir … Les meira

Trý stig ella onki higartil

7. mai 2017 |

TB/FC Suðuroy/Royn er einasta liðið í Effodeildini, sum hevur spælt sjey dystir uttan ein einasta javnleik í Effodeildini. Eftir fyrstu sjey umførini hava vit 12 stig eftir fýra sigrum, hinvegin eru hinir tríggir dystirnir taptir.

Samanbera vit við úrslitunum, ið … Les meira