TB/FCS/Royn

Suðuroyggin ímóti svørt-reyðu Havnini

Hetta vikuskiftið verða dystirnir í Effodeildini leiktir leygardagin í staðin fyri sunnudagin. Orsøkin er, at har eru steypakappingardystir miðskeiðis í komandi viku og tí er sjeynda umfar av Effodeildini framskunda ein dag. TB/FC Suðuroy/Royn skal til Havnar at spæla ímóti HB, sum í løtuni liggur nummar seks, sum neyvan kann vera eftir teirra høvdið. Nýggju …

Suðuroyggin ímóti svørt-reyðu Havnini Read More »

Fyrsta tapið við Stórá í ár

Í dag stóð næsta størra styrkiroyndin í Effodeildini við Stórá, tá NSÍ kom suður til Stórá. Klokkan 14:30 bleiv dysturin bríkslaður í gongd og áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, lá bólturin longu í málinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Málskjúttin var, ikki so yvirraskandi, Klæmint Olsen. Tíverri kom hetta málið sum ein rein gáva av TB/FC Suðuroy/Royn …

Fyrsta tapið við Stórá í ár Read More »

NSÍ vitjar skansan við Stórá

Sunnudagin klokkan 14:30 tekur TB/FC Suðuroy/Royn ímóti NSÍ við Stórá. NSÍ verður sostatt fyrsta liðið, sum TB/FC Suðuroy/Royn møtir fyri aðru ferð. Fyrstu ferð liðini hittust var við Løkin í Runavík, tá var talan um dyst í steypakappingini. Hesin dysturin við Løkin var sera spennandi, men tíverri fyri TB/FC Suðuroy/Royn so dróg NSÍ longra stráðið …

NSÍ vitjar skansan við Stórá Read More »

Jón Krosslá Poulsen toppskjútti

Jón Krosslá Poulsen leikti ikki nógv í fjør við Víkingi, 349 minuttir blivu tað til í alt, tí hann var nógv darvaður av álvarsligum skaða. Undan kappingarbyrjan var sáttmáli skrivaður við Jón Krosslá Poulsen til TB/FC Suðuroy/Royn og má sigast, at hann hevur sanniliga funnið góða, gamla máltevi fram aftur. Higartil hevur Jón Krosslá Poulsen …

Jón Krosslá Poulsen toppskjútti Read More »

Leikbann í væntu

Vit hava hugt nærri eftir hvussu býtið millum kortini hava verið hesi fimm fyrstu umførini. Samanlagt í Effodeildini eru fallin 101 gul kort og fýra reyð. TB/FC Suðuroy/Royn hava fingið 16 gul kort, men onki reytt. Hetta gevur sambært Faroesoccer 16 sektarstig. Givið verður eitt sektarstig fyri gult kort og trý fyri reytt kort. Talvan …

Leikbann í væntu Read More »

Mynd av Effodeildarhópinum

Eyðfinn Debes tók undan dystinum móti Skála ársins liðmynd av Effodeildarhópinum. Aftast frá vinstru: Andrias Sørensen, Daniel Hofgaard, Tóki Krosslá Mortensen, Búi Egilsson, Dánjal Godtfred, Ragnar Joensen, Jón Áki Jacobsen, Rógvi Joensen, Marius Berntzen, Poul Ingason, Mats Walberg, Heri Kjærbo, Jón Krosslá Poulsen, Ari Krosslá Poulsen, Salmundur Bech, Thorbjørn Hermansen, Hansina Ludvig Fremst frá vinstru: …

Mynd av Effodeildarhópinum Read More »

Sigur og sól við Stórá ímóti Skála

Í dag var dystur við Stórá og mótstøðuliðið var Skála, sum eftir trimum teimum fyrstu dystunum bert hevði latið eitt mál fara inn. Sostatt gittu flestu ekspertarnir hjá FSF, at dysturin fór at blíva málfátækur, men tað vildi TB/FC Suðuroy/Royn øðrvísi. Stutt undan hálvleik kom fyrsta málið, tá Dánjal Godtfred í samband við eitt horna …

Sigur og sól við Stórá ímóti Skála Read More »

Avgerð tikin um døming hjá TB/FC Suðuroy/Royn

Í samband við samstarvinum í vaksnamannafótbóltinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagnum Royn hevur FSF staðið frammanfyri einari dómaraavbjóðing. Vanligt hevur verið higartil, at dómarar hjá einstøku feløgunum hava dømt hjá hvørjum øðrum, men við nýggja samstarvinum var neyðugt at endurmeta hesa skipan og loysn er funnin á málinum. Niðurstøðan hjá FSF í hesum …

Avgerð tikin um døming hjá TB/FC Suðuroy/Royn Read More »

Betri byrjan enn Víkingur og 07 Vestur

TB/FC Suðuroy/Royn samstarvið varð sjósett í vetur og verður at byrja við talan um eitt royndarár, sum so skal eftirmetast av luttakandi feløgunum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagið Royn. Samstarvið er nýtt, men higartil má ásannast at felagið er komið væl frá byrjan – hetta skal sjálvsagt takast við ávísum fyrilitum av tí at …

Betri byrjan enn Víkingur og 07 Vestur Read More »

Spennandi dystur við Løkin hóast tap

Í dag var fjórðingsfinaluumfar í steypakappingini á skránni og TB/FC Suðuroy/Royn fóru til Runavíkar fyri at dystast ímóti NSÍ við Løkin. Fyrsti hálvleikur var einamest í hondunum á NSÍ og teir fingu eisini úrslit burturúr trýstinum móti TB/FC Suðuroy/Royn málinum, tí eftir gott og væl eitt korter gjørdist 1-0 til heimaliðið. Málskjúttin hjá Runavíkingum var …

Spennandi dystur við Løkin hóast tap Read More »

Fjórðingssteypafinalan skírisdag

TB/FC Suðuroy/Royn mátti lúta fyri EB/Streymi sunnudagin, sum samstundis gjørdist fyrsta tapið hjá fótbóltssamstarvinum í vaksnamannafótbóltinum í Suðuroynni – nú skírisdag stendur NSÍ fyri skotum í Runavík. Talan er um fjórðingsfinaluna í steypakappingini. TB/FC Suðuroy/Royn hevur sostatt fyri fyrstu ferð til uppgávu at reisa seg eftir eitt tap. Steypakappingin er at meta sum styttsti vegur …

Fjórðingssteypafinalan skírisdag Read More »

Ársins fyrsta tap

Sunnudagin var dystur millum TB/FC Suðuroy/Royn og EB/Streym við Margáir. TB/FC Suðuroy/Royn høvdu víst sera fínan form áðrenn dystin við trimum sigrum í trimum dystum og sostatt vóru vónirnir góðar tá TB/FC Suðuroy/Royn hópurin fór norður um fjørðin sunnumorgun. Tíverri endaði sigursrøðin hjá TB/FC Suðuroy/Royn við Margáir, tá teir megnaðu at vinna 1-0 á okkum. …

Ársins fyrsta tap Read More »

Fyrsta yvirtøkan á Instagram

Eitt av hugskotunum til at stovna ein almennan vanga á Instagram fyri Tvøroyrar Bóltfelag var, at koma nærri teimum ymisku leikarunum og liðunum. Hetta verður nú roynt av fyrstan tíð, tá liðskiparin á TB/FC Suðuroy/Royn, Rógvi Joensen stendur fyri allarfystu yvirtøku (eisini nevnt takeover) av almenna vanganum hjá Tvøroyrar Bóltfelag á miðlinum. Rógvi Joensen fer …

Fyrsta yvirtøkan á Instagram Read More »

Scroll to Top