Sum eina víðaribygging uppá átaki við at lata tykkum, vitjandi her á síðuni, velja dagsins leikara, so er nú borið so í bandi, at troyggjan hjá dagsins leikara verður seld á uppboði. Troyggjan verður við autografinum hjá leikaranum, sum tit velja sum besta leikara í dagsins dysti móti ÍF.
Category Archive: Tíðindaskriv
Kunningarfundur
Landskappingin er nú væl ávegis og okkara menn hava enn einaferð víst, at teir kunnu standa seg móti einhvørjum liði í bestu føroysku deildini. Økið við Stórá er nú vorðið ríkað við einum stásiligum felagshúsi, ið fyrsta dagin letur upp fyri almenninginum.
Tílíkt lokkar og hevur Tvøroyrar Bóltfelag eisini merkt hetta við einari øgiligari leikaratilgongd í øllum deildum felagsins, líka niður til tey yngstu.
TB vil fegin deila tey seinastu tíðindini um felagið við tykkum, eins og TB ynskir at greiða nærri frá um støðuna hjá í dag og komandi tíð.
Babacar er okkara

23 ára gamli Babacar Ndiour hevur skrivað undir sáttmála við TB, og er nú partur av TB hópinum fyri 2013 (Mynd: Getty Images)
Herfyri skrivaðu vit á TB heimasíðuni um ein spennandi afrikanskan verjuleikara, sum skuldi koma til royndarvenjing. Babacar Ndiour, sum maðurin eitur, hevur í kvøld sett sína undirskrift á sáttmála við aldursforsetan, sum ger hann til TB leikara fyri kappingarárið 2013.
-Babacar hevur staðið seg sera væl undir venjingunum, og beinanvegin byrjaði tilgongdin, til at tryggja felagnum, hendan evnaríka senegalska leikaran, visti formaðurin í fótbóltsdeildini, Kim Roest at siga okkum í kvøld. Kim segði víðari, at styrkurin í Babacar, og ikki minst Ndende, er øðiligur, og hann bíðar sera spentur eftir, at kappingarárið byrjar. – Vit eru øll sera spent í felagnum, og vænta okkum eitt gott kappingarár, segði Kim Roest at enda.
Einherjar hittast um jólini
Árið tekur at halla, og hetta árið hevur, á fleiri mátar, verið eitt serligt ár. Tvøroyrar Bóltfelag og nýstovnaða fjepparafelag tess, Einherjar, hava veruliga stolið yvirskriftir í føroyska miðlaheiminum, og saman við serstaka útvarpara teirra, og hart kempandi TB leikarunum á vøllinum, hava hesir fylt mangar ítróttarstubbar. Tvøroyrar Bóltfelag bleiv, sum øllum kunnugt, 120 ár í ár, Einherjar blivu kosnir Ársins fjepparafelag, og útvarparin hjá TB Studio bleiv kosin Ársins Eldsál. Alt hetta ætla okur at hátíðarhalda 27. desember (3. jólakvøld) í nýumvælda ‘Gamla’ TB Húsinum – sjálvandi!
TB venjarin er settur

Hans Fróði Hansen hevur drúgvar royndir sum leikari í Føroyum, eins væl og uttanlands. Hann hevur eisini spælt 26 landsdystir. Hóast hansara royndir sum venjari ikki eru drúgvar, so trýr nevndin uppá, at Hans Fróði er rætti maðurin. Leikararnir lata eisini væl at, so tað verður spennandi í ár (Mynd: Norðlýsið)
Í eina tíð, hevur tað dúgliga verið gitt, hvør næsti TB venjarin fór at blíva. Starvsnevndin hevur ikki ynskt at gjørt nakrar viðmerkingar, annað enn tað, at fyrrverandi venjarin, Milan Kuljic, ikki fór at halda fram í felagnum. Men nú er nýggjur venjari settur, og afturat honum, eisini ein hjálpari. Maðurin, sum frá síðulinjuni, fer at stýra TB, er 37 ára gamli leirvíkingurin, Hans Fróði Hansen. Hans Fróði bleiv fyrr í vetur eisini settur sum Ítróttarstjóri í TB, so hann verður í stóran mun, ein leiðandi figurur í TB í ár. Afturat Hans Fróða, fer sevmýrisingurin, Karl Øster at hjálpa. Felags fyri báðar hesar venjarar er, at teir hava drúgvar royndir sum spælarar, frá føroysku landskappingini í bestu deildini, umframt at teir kenna styrkir og veikleikar hjá øllum leikararunum í hópinum. TB hevur ein sera spennandi hóp sum er, og áðrenn nýggjár vænta vit, at fleiri av ungu leikarunum skriva undir sáttmála eisini.
Fyrrverandi venjari vitjar TB í summar
Verður navnið Finn Røntved nevnt, so vita flest øll tvørafólk, hvønn talan er um. Fryntligi danin, sum var venjari hjá besta mansliðnum hjá TB, kappingarárini 1991 og 1992, fall fullkomuliga fyri felagnum og fólkinum í býnum. Hann hevur líka síðan, víst áhuga fyri, og hevur roynt at hildið kontaktir við líka, umframt at hann hevur roynt at fylgt gongdini hjá ymisku liðunum í felagnum. Fryntligi danin er framvegis venjari, og hevur tikið sær av nøkrum ungum dreingjum í Holbæk, seinastu fimm árini, sum hann nú vil vitja okkum við. -TB har givet mig så meget, og hvis jeg på nogen måde kan give lidt tilbage, så gør jeg det gerne, fortaldi vinarligi danin, í samrøðu við undirritaða herfyri.
TB styrkir seg við stórum profili

Ndende skoraði einsamalla málið hjá B68, í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði í fjør (Mynd: Álvur Haraldsen – Sosialurin)
Stórur eftirspurningur hevur verið eftir afrikansku kempuni hjá B68, eftir at tað gjørdist greitt, at hann mest sannlíkt vildi halda fram í bestu deildini. Fleiri feløg hava eisini ligið framvið, men dystin um undirskriftina hjá Ndende Adama Guéye, vann TB.
Aðalfundur
Tórsdagin 22. november kl 20 hevur Tvøroyrar Bóltfelag árliga aðalfund sín á Seglloftinum.
Skráin er sambært lógum felagsins
Tvøroyrar Bóltfelag
Miðvøllurin tekur skap

Fleiri leikarar fara væntandi at skriva undir sáttmála við TB í næstum, og tað gleða vit okkum til (Mynd: Bjarni Nygaard)
Tað er nú greitt, at TB hevur tryggjað sær enn ein ungan og evnaríkan miðvallara fyri komandi kappingarár. Talan er um 22 ára gamla stríðsmannin, Martin Tausen. At felagið hevur tryggjað sær Martin, meta vit vera serstakliga týdningarmikið, tí hansara innsatsir eru altíð góðir, og ta dirvi og áræði hann strálar av, meta vit vera sera dýrabært. Afturat Martini, tryggjaði TB sær longu í fjør, at stórtalentið, Rógvi Joensen eisini hevur sáttmála við barndómsfelagið í ár. Vit í TB eru sjálvandi sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at tryggja okkum so dugnaligar leikarar. Báðir hava teir kolossalan arbeiðsvilja, og ein nattúrligan leiðara eginleika, sum sjálvdan sæst í so ungum leikarum.
















