Tíðindaskriv
Fótbóltsskúlin við Stórá 2020 er avlýstur
Vegna nýggju støðuni viðvíkjandi Corona í Føroyum, hava okur tikið avgerð um at avlýsa ársins fótbóltsskúla. Tað harmar okum almikið, at okur kenna okum noydd at avlýsa fótbóltsskúlan í ár, men í tráð við tilmælini frá myndugleikunum, meta okur, at hetta er tað skilabesta at gera. Síðani Corona kom á vitjan í Føroyum í vár, …
Samstarvið enda við Raben
Tvøroyrar Bóltfelag boðar við hesum frá at samstarvið við danan Mads Raben sum leikara í Betri Deildini er endað. Báðir partar vóru samdir um loysnina og felagið ynskir Mads alt tað besta. Raben hevur leikt níggju dystir við besta liðnum hjá TB Betri Deildini í ár.
Tveir nýggir leikarar
Flytingargluggin er afturlatin og kann TB hervið boða frá, at sáttmáli eru gjørdir við tveir leikarar afturat umframt Mark Kongstedt, sum vit kunngjørdu í gjár, les meira um Mark her. Talan er um ein ungan danskan málverja Mads Altschuler, ið kemur frá Hvidovre IF, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hann er 20 ára gamal …
Leikaratilgongd
TB kann nú boða frá leikaratilgongd. Talan er um Mark Kongstedt, ið hevur gjørt 1,5 ára sáttmála við felagið. Hann hevur seinast leikt við Næstved í næstbestu deildini í Danmark. Mark fegnast og gleðir seg at koma í gongd: – Jeg glæder mig rigtig meget til at komme til byen og klubben sammen med min …
Samstarvið enda við Fagerberg
Tvøroyrar Bóltfelag boðar við hesum frá at samstarvið við svian Ken Fagerberg sum leikara í Betri Deildini er endað. Báðir partar vóru samdir um loysnina og felagið ynskir Ken Fagerberg alt tað besta. Fagerberg hevur leikt tveir dystir við TB í ár. Í fjør var hann við í 10 dystum.
TB leigar Meinhardt Joensen
Í gjár varð leigusáttmáli gjørdur við KÍ um Meinhardt Joensen, sum TB leigar til komandi tveir dystirnar. Frederik Mehder gjørdist sum kunnugt skaddur og fekk heilaskjálvta í dystinum ímóti KÍ, tá leikari hjá KÍ sparkaði okra málmann í høvdið ímóti endanum av dystinum. John Jacobsen vardi málið í dystinum ímóti EB/Streymi í vikuskiftinum. Hetta er …
Føðingardagskvøða frá formanninum
Read the English post Í dag eru júst 128 ár liðin, síðan Tvøroyrar Bóltfelag varð stovnað. 16 limir meldaðu seg inn í felagið og fyrsta nevndin varð mannað við Poul Effersøe, Oliver Effersøe og Johan Mortensen. Tiltakslimir vóru D. J. Larsen og Axel Nolsøe. Navn felagsins var upprunaliga Tveraa Boldklub – í klombrum “Tvørá Bóltfelag”. …
TB letur upp fjepparahandil
Read the English post Hin 13. mai 2020 er 128-ára føðingardagurin hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, TB. Vit hildu tað var eitt upplagt høvi til at lata upp ein fjepparahandil, har til ber at keypa ymiskt, ið so ella so hevur við felagið at gera. Hans Olaf Johannesen (Bakaríið hjá Hans Olaf), ið herfyri keypti …
Aðalfundur 23. oktober
Árligi aðalfundurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag verður í hølum felagsins við Stórá 23. oktober klokkan 19.00.
Neytamykjukapping og basarur
TB fer í næstum at selja lutaseðlar í samband við ársins neytamykjukapping. Seðlarnir verða seldir í oktober. Tarvurin skal gera sína skyldu í Øravík 20. Okt. Tað verður tó møguligt at keypa sær ein seðil í Kioskini við Stóra næstu heimadystirnir hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Árligi basarurin hjá TB verður 4. Nov í Skúlagarðinum í Trongisvágs …
Heilsufótbólturin byrjar aftur
Heilsufótbólturin byrjar aftur og er á skránni hvørt týs- og tórskvøld klokkan 20:00 við Stórá. Heilsufótbólturin verður skipaður av TB undir leiðslu av formanninum, Henrik Thomsen. Bæði kvinnur og menn eru vælkomin til hesar hugnaligu løturnar við fótbólti. G.G: Heilsufótbóltur verður bert fyriskipaður um tað viðrar.
Væleydnaður fótbóltsskúli
So gjørdist fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár. Byrjað var sunnudagin, og ikki færri enn 160 børn hava luttikið í ár! Hettar er sostatt størsti fótbóltsskúlin, ið okur enn hava skipað fyri. Hvørt ár royna okur at fáa onkran spennandi útlendskan venjara at skipa fyri. Í ár høvdu okur fingið tveir danir frá Joga Bonito Academy …
Gerðabøkur avhendaðar skjalasavni
6. juni vórðu gomlu gerðabøkurnar avhendaðar til Tvøroyrar Skjalasavn. Fyri móttøkuni stóð Kári Jespersen og hann var ovfarin av at tað var eydnast TB at varðveita allar gerðabøkurnar sum seinnu árini hava ligið í bankaboks. Íalt 10 gerðabøkur frá 1892 til 1997 og ein fundarbók hjá fótbóltsnevndini fyri 1980 til 1985 vórðu avhendaðar. Ein gerðabók …
Fótbóltsskúlin við Stórá
Fyri 16. ferð skipar Tvøroyrar Bóltfelag fyri fótbóltsskúla. Fyrsti fótbóltsskúlin varð hildin á gamla leikvøllinum á Sevmýri í 2002. Undirtøkan hevur verið góð øll árini, og roynt hevur verið at ment skúlan árliga við millum annað útlendskum íblástri. Har hava verið venjarar frá DBU í Danmark, Real Madrid í Spanien og VfB Stuttgart í Týsklandi, …
Til lukku við teimum 126 árunum
Í dag eru 126 ár síðani at Tvøroyrar Bóltfelag varð stovna. 126 ár við einari serstakliga ríka søgu og nú eisini sum partur av einum oyggjasamstarvið saman við hinum feløgunum í oynni um stóran part av fótbóltinum, bæði í vaksnamannadeildini og hjá teimum yngru. Betriliðið er í dag á vitjan hjá 07 Vestur har hol …
Fótbóltsskúlin við Stórá
Fyri 16. ferð skipar Tvøroyrar Bóltfelag fyri fótbóltsskúla. Undirtøkan hevur verið góð øll árini og roynt hevur verið at ment skúlan árliga við millum annað útlendskum íblástri. Skúlin byrjar tann 12. august kl 13:30 (30 min. eftir at Smyril er komin til Tvøroyri) og endar 15. august kl 15:30 (30 min. áðrenn Smyril fer av …
Teitur Olsen eisini við í ár
Ungi og evnaríki leikarin Teitur Olsen verður eisini at síggja í TB/FC Suðuroy/Royn í ár. Sáttmáli er skrivaður við 22 ára gamla Teitur og harvið er hansara luttøka eisini tryggja hetta kappingarárið. Í fjør leikti Teitur 25 dystir í Effodeildini og var hann eisini ein av teimum, ið leiktu allarflest minuttir. Hann leikti í alt …
Holdsport klárt at taka í nýtslu
Sum áður hevur verið kunna um, so fer felagið at broyta mannagongd við limagjaldinum og er tænastan, ið skal brúkast til endamálið nú klár at taka í nýtslu. Allir íðkandi limir felagsins verða tí bidnir um, at stovna vanga á Holdsport og gjalda limagjaldið. Hvussu farast skal fram sæst við at fylgja hetta leinkið, har …
Faroe Ship stuðlar felagnum
Faroe Ship er ímyndin av at tað gongur væl í føroyska samfelagnum og serliga vinnulívið seinastu árini havt miðvísa framgongd. Faroe Ship hevur fylgt við, samstundis sum stórur partur av vinnulívinum er vaksið – útflutningurin er øktur nógv seinastu árini, har serliga útflutningurin av fiski er øktur munandi. Faroe Ship er eisini ein býarmynd á …