Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tíðindaskriv

Samstarv um vaksnamannafótbóltin

17. desember 2016 |

15. december var eykaaðalfundurin har tað einasta málið sum var á skránni var samstarv um vaksnamannafótbóltin fyri 2017.

Atkvøtt bleiv og endaliga úrsliti á eykaaðalfundinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag var eitt sera greitt ja til samstarv. 44 atkvøður fyri og sjey … Les meira

Eykaaðalfundur 15. december

30. november 2016 |

Við hesum skal boðast frá, at eykaaðalfundur verður tórskvøldið 15. december í hølum felagsins við Stórá klokkan 19:00.

Á skránni er eittans mál og tað er møguligt samstarv um fótbóltin.

Les meira

Allar nevndir endaliga skipaðar

28. november 2016 |

Tvøroyrar Bóltfelag kundi stutt eftir eykaaðalfundin boða frá, at starvsnevndin hevði skipað seg, tá høvdu hinar báðar nevndirnar ikki skipað seg. Men nú eru bæði fótbóltsnevndin og ungdómsnevndin skipaðar.

Í fótbóltsnevndini hjá Tvøroyrar Bóltfelag verður Bjarni Nygaard formaður, meðan Jan … Les meira

Nýggju nevndirnar í felagnum

11. november 2016 |

Eftir eykaaðalfundin ónsdagin 2. november eru nevndirnar nú skipaðar. Samanumtikið kann sigast, at broytingar eru hendir í øllum nevndum. Niðanfyri sæst yvirlit yvir nýggju nevndirnar í felagnum. Starvsnevndin hevur skipað seg, meðan hinar báðar nevndirnar ikki hava endaliga skipa seg.

Les meira

Basar vinningar

7. november 2016 |

Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu, ið møttu til Basarin í dag og stuðlaðu felagnum.

Vinnarirnir av hesum seðlum vóru ikki tilstaðar, tá lutaseðlarnar vóru drignir:

  • Gávubræv frá Smyrilline: Lilla seðil E 19356
  • Nikon kamera: hvítur seðil E 29915
  • Les meira

Basurur 6. november

3. november 2016 |

6. november kl 15:00 verður árligi basururin hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Basarurin verður í skúlagarðinum í Trongisvági.

Nógvir góðir vinningar verður.

Á lutaseðli m.a.:

  • Gávubræv frá Smyril Line, virðið 5.000 kr
  • Nikon kamera S2900 20,1 MP, virðið 900
  • Ein damusúkkla … Les meira

Eykaaðalfundur 2. november

30. oktober 2016 |

Aðalfundur felagsins hevur í kvøld verið og varð úrslitið, at ongin nevnd er sett. Sostatt verður hervið lýst til eykaaðalfund ónskvøldið 2. november klokkan 18:00 í hølunum við Stórá.

Einasta mál á skránni er val av nevnd.

Les meira

Aðalfundur 30. oktober

14. oktober 2016 |

Árligi aðalfundurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag verður sunnukvøldið 30. oktober. Fundurin byrjar klokkan 19:00 í hølum felagsins við Stórá í Trongisvági.

Skrá sambært lógum felagsins.

Les meira

Neytamykjukapping

6. oktober 2016 |

Neytamykjukapping 15. oktobur 2016 kl. 13.00 í Ørðavík.

So er tíðin aftur komin at sølan av lutaseðlum til ta afturvendandi neytamykjukappingina, ið TB hevur skipað fyri seinastu mongu árini, fer at byrja.

Frá fríggjadegnum 7. oktobur og til fríggjadagin 14. … Les meira

Skráin fyri fótbóltsskúlanum

5. august 2016 |

Fótbóltsskúlin á Tvøroyri er eitt afturvendandi tiltak fyri børn í aldrinum 6 – 16 ár, ið TB hevur skipað fyri í fleiri ár.

Skráin í ár verður soleiðis:

Týsdagin 9. August 9:30-15:00 Buffé kl 12:00

Onsdagin 10. August 9:30-15:00. Buffé … Les meira

Casper Radza verður aftasti skansi okkara

20. juli 2016 |

Seinastu mongu dystirnar hjá TB hava vit ikki havt ein fastan málmann. Predrag Markovich og Meinhardt Joensen hava báðir vart málið framúr væl, meðan vit hava leitað okkum eftir einari varandi loysn. Nú er so komið á mál og kunnu … Les meira

Heine, Hanus og Aron aftur á gomlum gøtum

20. juli 2016 |

Seinastu tveir dystirnar hjá TB sóu vit stríðsmannin Aron Sørensen aftur á liðnum. Aron hevur verið búsitandi í Danmark, men er nú fluttur aftur til oynna saman við unnustuni og búleikast tey í Sumba. Tíbetur fyri okkum, so valdi Aron … Les meira

Poul Ingason aftur í barndómsfelagnum

5. juli 2016 |

Tað er okkum ein sonn gleði at kunngera, at Poul Ingason aftur verður at síggja í eyðkenda svart/hvíta búnanum hjá TB.

Hóast sín unga aldur, 20 ára gamal, so er Poul ein royndur harri. Hann spældi sín fyrsta vaksnamannadyst fyri … Les meira

Suðuroyar Sparikassi stuðlar SB

16. juni 2016 |

Suðuroyar Sparikassi er einasti banki við høvuðssæti í Suðuroynni og er hann høvuðsstuðul hjá felagsliðnum í ungdómsdeildini í Suðuroynni. Suðuroyar Bóltfelag sá dagsins ljós í ár, sum eitt úrslit av trupulleikum at mannað ymisk lið hjá teimum ymsu feløgunum í … Les meira

TB gjørt sáttmála við Sigfríð Clementsen

6. juni 2016 |

Í dag gjørdist greitt, at tað verður Sigfríður Skaale Clementsen, ið tekur yvir sum TB-venjari. Sigfríður hevur drúgvar royndir sum venjari og stóð seinast á odda fyri besta liðnum hjá Víkingi.

Sáttmálin er galdandi fyri 2016 og fer Sigfríður til … Les meira

Búmerki til Ítróttardepilin við Stórá

31. mai 2016 |

Tíðliga í ár skipaði Tvøroyrar Kommuna fyri búmerkjakapping fyri Ítróttardepilin við Stórá. Ynskiligt var at fáa eitt búmerki, ið er savnandi og lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki. Tað skal kunna nýtast á bygninginum, umframt eisini á brævpappíri, heimasíðu, … Les meira

Eykaaðalfundurin útsettur

18. apríl 2016 |

Lýsti eykaaðalfundurin, ið Tvøroyrar Bóltfelag kallaði inn til herfyri, er útsettur.

Eykaaðalfundurin verður í staðin týskvøldið 26. apríl klokkan 19:00.

Skráin:

  • Framløga av grannskoðaðum ársroknskapið fyri 2015

Tvøroyrar Bóltfelag

Les meira

Limagjald hvílandi limir 2016

1. apríl 2016 |

Sjálvt um TB hevur nógvar limir, bæði íðkandi og hvílandi, er altíð gott at fáa enn fleiri.

Gjaldið fyri hvílandi limur er: Kr. 200 ,- fyri eitt ár. Tað ber tó til at flyta aðra upphædd um onkur ynskir at … Les meira

Stuðulsavtala gjørd við Eik

13. mars 2016 |

Eik Banki fegnast um at kunna stuðla ítróttinum í suðri.

Stuðulsavtalan millum Eik og TB passar væl til Eik, sum er ein lokalur banki, ið hevur sítt virksemi í tí lokala økinum, bæði innan tað almenna, vinnuliga og privata. Við … Les meira

Impulsskeið fyri venjarum

11. mars 2016 |

Skeið fyri venjarum í fótbólti og øðrum bóltspølum

Gleði, bóltur og spæl

– um at brúka “bóltin”, tá tað ræður um.

6. apríl 2016 16:00-18:30 í Høllini í Trongisvági.

Endamál og innihald

Við gleðini í miðdeplinum verður arbeitt við grundleggjandi … Les meira