Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tíðindaskriv

Heine Mortensen kemur heim

2. februar 2015 |

Heine Mortensen, sum lesur medisin á Fyn, kemur heim at spæla við Tvøroyrar Bóltfelag í 2015. Heine hevur umboða besta liðið hjá felagnum fleiri ferðir og seinast í 2014, tá hann leikti nakrar dystir meðan hann var heima í feriu … Les meira

B1-venjaraskeið um vikuskiftið

1. februar 2015 |

Her um vikuskiftið hava fleiri mans úr Suðuroynni luttikið á venjaraskeið, sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri. Talan var um byrjunarstigi á venjaraútbúgvingini, sum verður nevnt B1.

Petur Simonsen stóð fyri skeiðnum vegna FSF, sum instruktørur.

Veðrið hevur ikki verið alt … Les meira

Nýggjársheilsan frá TB

31. desember 2014 |

Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við vón um at 2015 fer at hepnast felagnum væl.

2015 verður eitt spennandi ár fyri felagið og fyrireikingarnar til sjálvt kappingarárið eru í gongd. Leikarir hava vant … Les meira

Varðin Pelagic høvuðsstuðul

20. desember 2014 |

Í dag hava Tvøroyrar Bóltfelag og Varðin Pelagic gjørt avtalu, ið hevur við sær, at Varðin Pelagic verður høvuðsstuðul hjá felagnum í 2015, við møguleika fyri at leingja sáttmálan.

Egil Olsen, formaður felagsins, og Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, … Les meira

Nýggjur høvuðsungdómsvenjari

27. august 2013 |

Pól F. Joensen er eitt kent andlit í føroyskum fótbólti og serliga TB, og nú hevur hann valt at hjálpa felagnum við ungdómsarbeiðnum aftur. Pól hevur gjøgnum tíðina sum fótbóltspælari fyri TB umboða TB í 200 dystum, sambært Faroesoccer og … Les meira

Nýggjur høvuðsvenjari settur

14. august 2013 |

Nevndin í TB vil við hesum skrivi boða frá, at felagið hevur sett Páll Hagbert Guðlaugsson sum nýggjan høvuðsvenjara hjá felagnum.

IMG_6984 Les meira

Leikaratunnil uppsettur við Stórá

28. mai 2013 |
Mynd: Pól F. Joensen

Mynd: Pól F. Joensen

Ein spildurnýggjur og snotiligur leikaratunnil er nú uppsett við Stórá. Hetta er ein liður í at gera okkara umhvørvi enn meira framkomið og ikki minst, so er TB enn eina ferð slóðbrótari í føroyska fótbóltsheiminum! Umframt at vit eru slóðbrótandi, so hevur hesin tunnil til endamáls at økja um trygdina hjá leikarum, dómarum og øðrum hjálparfólkum í samband við dystir. Les meira

Troyggjan hjá dagsins leikara á uppboðssølu

25. apríl 2013 |

Sum eina víðaribygging uppá átaki við at lata tykkum, vitjandi her á síðuni, velja dagsins leikara, so er nú borið so í bandi, at troyggjan hjá dagsins leikara verður seld á uppboði. Troyggjan verður við autografinum hjá leikaranum, sum tit … Les meira

Einherjar hittast um jólini

22. desember 2012 |

Øll elska TB, eisini KULT tónleikarabólkurin, Páll Finnur Páll (Mynd: TB húsið)

Árið tekur at halla, og hetta árið hevur, á fleiri mátar, verið eitt serligt ár. Tvøroyrar Bóltfelag og nýstovnaða fjepparafelag tess, Einherjar, hava veruliga stolið yvirskriftir í føroyska miðlaheiminum, og saman við serstaka útvarpara teirra, og hart kempandi TB leikarunum á vøllinum, hava hesir fylt mangar ítróttarstubbar. Tvøroyrar Bóltfelag bleiv, sum øllum kunnugt, 120 ár í ár, Einherjar blivu kosnir Ársins fjepparafelag,  og útvarparin hjá TB Studio bleiv kosin Ársins Eldsál. Alt hetta ætla okur at hátíðarhalda 27. desember (3. jólakvøld) í nýumvælda ‘Gamla’ TB Húsinum – sjálvandi!
Les meira

TB venjarin er settur

11. desember 2012 |

Hans Fróði Hansen hevur drúgvar royndir sum leikari í Føroyum, eins væl og uttanlands. Hann hevur eisini spælt 26 landsdystir. Hóast hansara royndir sum venjari ikki eru drúgvar, so trýr nevndin uppá, at Hans Fróði er rætti maðurin. Leikararnir lata eisini væl at, so tað verður spennandi í ár (Mynd: Norðlýsið)

Í eina tíð, hevur tað dúgliga verið gitt, hvør næsti TB venjarin fór at blíva. Starvsnevndin hevur ikki ynskt at gjørt nakrar viðmerkingar, annað enn tað, at fyrrverandi venjarin, Milan Kuljic, ikki fór at halda fram í felagnum. Men nú er nýggjur venjari settur, og afturat honum, eisini ein hjálpari. Maðurin, sum frá síðulinjuni, fer at stýra TB, er 37 ára gamli leirvíkingurin, Hans Fróði Hansen. Hans Fróði bleiv fyrr í vetur eisini settur sum Ítróttarstjóri í TB, so hann verður í stóran mun, ein leiðandi figurur í TB í ár. Afturat Hans Fróða, fer sevmýrisingurin, Karl Øster at hjálpa. Felags fyri báðar hesar venjarar er, at teir hava drúgvar royndir sum spælarar, frá føroysku landskappingini í bestu deildini, umframt at teir kenna styrkir og veikleikar hjá øllum leikararunum í hópinum. TB hevur ein sera spennandi hóp sum er, og áðrenn nýggjár vænta vit, at fleiri av ungu leikarunum skriva undir sáttmála eisini.
Les meira

Fyrrverandi venjari vitjar TB í summar

10. desember 2012 |

Finn Røntved sæst her avmyndaður, saman við sterka TB liðnum frá 1991 (Mynd: TB bókin)

Verður navnið Finn Røntved nevnt, so vita flest øll tvørafólk, hvønn talan er um. Fryntligi danin, sum var venjari hjá besta mansliðnum hjá TB, kappingarárini 1991 og 1992, fall fullkomuliga fyri felagnum og fólkinum í býnum. Hann hevur líka síðan, víst áhuga fyri, og hevur roynt at hildið kontaktir við líka, umframt at hann hevur roynt at fylgt gongdini hjá ymisku liðunum í felagnum. Fryntligi danin er framvegis venjari, og hevur tikið sær av nøkrum ungum dreingjum í Holbæk, seinastu fimm árini, sum hann nú vil vitja okkum við. -TB har givet mig så meget, og hvis jeg på nogen måde kan give lidt tilbage, så gør jeg det gerne, fortaldi vinarligi danin, í samrøðu við undirritaða herfyri.
Les meira

TB styrkir seg við stórum profili

2. desember 2012 |

Ndende skoraði einsamalla málið hjá B68, í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði í fjør (Mynd: Álvur Haraldsen – Sosialurin)

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir afrikansku kempuni hjá B68, eftir at tað gjørdist greitt, at hann mest sannlíkt vildi halda fram í bestu deildini. Fleiri feløg hava eisini ligið framvið, men dystin um undirskriftina hjá Ndende Adama Guéye, vann TB.
Les meira

Til Íslands á venjingarlegu

16. oktober 2012 |

TB hópurin fer at telja um 25 mans, og hvørjir hesir verða, er ikki avgjørt enn. Allir hava sostatt møguleikan til, at imponera, og harvið vinna sær eitt pláss í ferðalagnum (Mynd: Bjarni Nygaard)

Sum liður í fyrireikingunum hjá TB, til komandi kappingarár, fer ein hópur á 25 leikarar til Íslands á venjingarlegu í mars mánaði. Hetta er stutt undan kappingarbyrjan í Effodeildini, og ætlanin er tí, at liðið verður pressað væl, við nógvum venjingum, og venjingardystum móti sterkum liðum. Eitt av liðunum, sum TB skal møta á ferðini í Íslandi, er Breiðablik, sum er gamla felagið hjá ítróttarstjóra okkara, Hans Fróða Hansen. Breiðablik er eitt sera sterkt lið í bestu íslendsku landskappingini, og seinastu árini hava teir vunnið meistaraheitið. So TB hópurin fær seg veruliga royndan á ferðini í Íslandi. Hetta skuldi so eisini havt við sær, at leikararnir eru til reiðar, tá kappingin byrjar her heima.
Les meira

TB verður umboðað í stórsteypadystinum

14. mars 2012 |

Tað verða neyvan hesar blusurnar, dómararnir fara at nýta leygardagin, men hon er nokk innanfyri hjá tveimum av teimum

Seinastu árini hevur Stórsteypadystur verið spældur, áðrenn landskappingin byrjar. Soleiðis verður eisini í ár, tá meistararnar úr B36 møta steypavinnarunum úr EB/Streymi. Tað er Fótbóltssambandið, ið saman við Lions Club Føroyar, skipar fyri Stórsteypadystinum, millum meistaran og steypavinnaran frá seinasta kappingarárið. Ágóðan av dystinum letur Lions Club til vælgerandi endamál. Dysturin verður spældur í Gundadali á ovara vølli, leygardagin 17. mars, kl. 16:00.
Les meira

TB ger stuðulsavtalur

2. mars 2012 |

Frá vinstru : Jón Danielsen (Articon) og Gudmund Mortensen (NJM), saman við TB leikarum. (Mynd: Bjarni Nygaard)

Í gjárkvøldið gjørdi formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag avtalu við tveir høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012. Talan er um stóru og kendu byggifyritøkuna, Articon, og lokalu søguligu handilsfyritøkuna, N.J. Mortensen. Hesar fyritøkur hava á fundi váttað at gerast høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012, og koma búmerki teirra sostatt at príða eyðkenda svart-hvíta TB búnan, sum hvørt mansbarn kennir. Júst tað, at felagið hevur so ríka søgu, gevur tí eitt stórt lýsingarvirði, og at tað aftur er á ovastu rók, í Effodeildini ger ikki støðuna verri.

Les meira

Innandurakappingin verður 18. februar

12. januar 2012 |

Bassa CUP 2012 fer av bakkastokki 18. februar 2012

Eftir at hava flutt tiltakið aftur og fram millum ymisk tíðspunktir, er tað nú greitt, at árliga innandurakappingin, Bassa Cup verður hildin 18. februar í høllini í Trongisvági. Nakrar ferðir  hava vit verið noydd at flyta tiltakið, orsakað av samanrenningum við aðrar ítróttargreinar, men nú er tíðspunktið sett endaliga.
Les meira

Útbúgv teg til venjara í Suðuroynni

11. januar 2012 |

Freistin at tekna teg er mánadagin 16. januar

Í døgunum 27. til 29. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B1-venjaraskeiði á Tvøroyri. Við hesum gerast umstøðurnar hjá suðuroyingum at fara undir venjaraútbúgvingina, munandi betri.
Les meira

Ghanesi til royndarvenjing

7. januar 2012 |

Samuel Ayew Yeboah - Álopskendur miðvallari - 23 ár - 1 A-landsdyst fyri Ghana. Her sæst hann í landsdysti móti Tanzania í 2009

TB hava fingið fatur á einum álopskendum miðvallara úr afrikanska landinum Ghana. Leikarin talan er um, er Samuel Ayew Yeboah, og er hann skrásettur fyri ein landsdyst fyri Ghana afturi í 2009, í African Nations Championship.
Hesin Samuel kemur til royndarvenjing á Tvøroyri í næstum, og gongur tað honum væl, verður sáttmáli væntandi undirskrivaður millum partarnar.
Les meira