Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Deildu stigini

Deildu stigini

| 27/04/15

Fuglfirðingar komu suður eftir at hava verið í einum longum dysti móti grannunum úr Gøtu og Leirvík, men tíverri megnaðu vit ikki at gera okkum dælt av, at teir høvdu brúkt eyka nógva orku í miðvikuni.

Tað byrjaði heldur trilvandi frá okkara síðu, ikki vóru spældir nógvir minuttir, so bleiv brekkan knappliga brøtt. Ivan fær reytt kort, summi vildu møguliga sagt, at tað samanborið við aðra hending í seinastuni, ikki átti at verið reytt. Dómarin ivaðist tó ikki og rak Ivan av vøllinum eftir eina hending har okkara málverji tekur bóltin við hondini uttanfyri 16-meturin. ÍF fáa tíverri dupultan vinning av hesum, tí frísparki sum Ivan gjørdi bleiv sett í netið.

Vit fáa tó fóta okkum aftur, hóast vit eru ein maður færri. Eftir 32 minuttir er tað Albert Adu, sum enn eina ferð fær bóltin settan í netið.

Tá alt kemur til alt so mugu vit nokk vera nøgd við eina stigi við Stórá, hóast mong høvdu væntað meira, tá hugsa verður um at ÍF høvdu spælt steypakappingardyst móti Víkingi.

Næsti dystur verður móti EB/Streymi við Margáir – ein sannur seks stigs dystur, tí nú tørvar okkum ein sigur aftur, tí AB og FC Suðuroy hava eftirhondini skavað sær so mikið av stigum saman at samband aftur er í millum.

Dysturin móti EB/Streymi verður leiktur sunnudagin 3. mai.