Dómaraskeið við Stórá fríggjadagin

Skipað verður fyri dómaraskeiði við Stórá fríggjadagin 11/3 kl. 17:00.

Endamáli við skeiðinum er m.a.:

Førleika menna tey, sum virka sum “heimadómarar” úti í feløgunum, soleiðis at tey hava kunnleika til fótbóltslógina, fyri at betri døma dystirnar har heimafelagið setir dómarar.

Dómarin er fyrireiking til FSF dómaran, tí skulu vit royna at fáa nakrar av luttakarunum at tekna til FSF dómaraskeiðið, sum verður 23. og 24. Mars 2016.

Dómarin

  • Dómaraskeið á 4 tímar (ella har á leið)
  • Upptøkukrøv: 14 ár

Evni sum verða viðgjørd:

  • Generelt um døming, hvat og hvussu er tað at vera dómari
  • Fríspark, – beinleiðis og óbeinleiðis
  • Rangstøða
  • Teori og praktik. – tekngeving og døming á vøllinum

Luttakararnir skulu ikki til nakra roynd, teir fáa eitt luttøkuprógv; men vit vóna at nakrir av luttakarunum tekna seg til “FSF dómaran”.

Skeiðið er ókeypis.

Tilmelding fer fram við ringja til 28 20 60 (Charlotta) ella 50 75 07 (Sigvald). Eisini er møguligt at senda eini boð umvegis FB.

Tilmeldingar freistin er Tórsdagin 10/3 kl. 18:00

Scroll to Top