Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Dreingjaliðið byrjar í Hvalba leygardagin

| 23/03/12

Dreingjaliðið hjá TB/Royn byrja kappingarárið 2012 við heimadysti móti HBb í Hvalba leygardagin kl 12. Sveinbjørn Danielsson og Jón Johannesen hava vant dreingirnar í vetur, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hesir ungu garpar fara at roynast í kappingini. Vit ynskja teimum í øllum førum góða eydnu, og fylgja spentir við, hvussu tað fer at gangast teimum.