Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Dystarskráin fyri 2012 er nú klár

| 25/01/12

Eftir at hava bíðað í spenningi, síðan síðsta bríksl í fjør, er tað nú greitt, hvussu spælast skal í bestu deildini í 2012. TB, sum nú aftur telist millum liðini á ovastu rók, sleppa í ár, millum annað, at endurnýggja klassikaran av øllum klassikarum, tá teir aftur fáa høvið til at hertaka Tvørabakkan á Ólavsøku. Gundadalur fer hendan dag, uttan iva at kóka av nostalgi, og vónandi eisini av góðum fótbóltspæli, tá gomlu kappingarneytarnar HB og TB bresta saman. Klassikarin TB-KÍ fær eisini eina nýggja síðu í longu og ríku søgu síni, og at TB verður 120 ár, tann 13. mai, og samstundis taka nýggjan vøll í nýtslu, ger hetta kappingarár til nakað heilt serligt fyri tvørafólk, og alla oynna við.

Fótbólturin gerst ríkari
Av gomlum klassiskum dystum gerst kappingin bert ríkari, og øll søgan, sum er handan hesar klassikarar, verður á ein hátt drigin fram til nýggja kapittilin í ríku søgu teirra. Hetta er tað vit fjepparar elska, og gleða okkum til.
At møta HB, KÍ, og, ikki at gloyma, grannunum fyri sunnan, er nakað fyri seg. Hóast onki skal takast frá øðrum dystum, so hava hesir nakað heilt serligt yvir sær.

Tað skal avgjørt vera pláss fyri at smyrja tjúkt uppá nostalgisku tónarnar, undan tílíkum søguligum dystum. Hetta er av sonnum eitt kappingarár, ið allar fótbólts Føroyar hava bíðað longi eftir, og nú verður tað skjótt veruleiki.

Styttri kapping enn í fjør
24. mars verður fyrsti dystur spældur í hesum kappingarárinum, og verða tað meistararnar úr B36, sum í Gundadali leggja fyri við at taka móti uppflytarunum, FC Suðuroy. Sum vanligt hevur verið, hevur man so spælt fram móti Jóansøku, har fótbólturin so at siga er farin í feriu. Ongir dystir vórðu í øllum førum spældir hendan góða mánaðin. Í ár verður tó ikki so langur steðgur, men hinvegin, so verður kappingin eitt vet styttri enn hon hevur verið undanfarin ár.

Seinasta umfar verður longu spælt 6. oktober, í mun til 22. oktober í fjør. Sostatt er ein munur á 16 dagar. Hvør orsøkin er til hetta, er undirritaða ikki heilt greitt, men tað kundi hugsast, at Fótbóltsambandið vil hava eina kapping, sum minst gjørligt verður darvað av steðgum og keðiligum veðri.

Trupul byrjunarskrá fyri uppflytararnar
Allir dystir verða truplir í bestu deildini í ár, og kanska serliga so, fyri uppflytararnar. Í ár eru tað suðuroyarliðini bæði, TB og FC Suðuroy, sum eru í hesari støðu. Sum nýggj lið í deildini, mugu tey bæði royna at fóta sær sum frægast, og vóna, at eydnan er við teimum, til tey hava funnið seg til rættis í deildini. Fingu tey møguleikan, so kundi tað væl hugsast, at tey bæði høvdu valt sær onnur mótstøðulið í teimum fyrstu dystunum. Hinvegin kann tað skjótt vísa seg at vera eitt fjalt vælsignilsi, tí um tey megna at standa móti, og fáa nøkur góð úrslit frá byrjan, so kann hetta leggja lunnar undir eitt gott kappingarár.

Fyrstu fimm dystirnar hjá TB verða á heimavølli móti Víkingi, síðani verða tað fylgjandi útidystir móti NSÍ og EB/Streymi, áðrenn B36 koma suður á vitjan. Fimti dystur verður við Djúpumýru móti KÍ, og verður tað sostatt tann fyrsti klassikarin av árinum.
Nú ræður bara um hjá okkara gørpum, um at fara til verka við góðum treysti, og dríva á. Í tí mótgangi tykkum verður fyri, minnist til at standa og kempa saman, og aldrin gevast.

1.-5. umfar hjá Suðuroyarliðunum:
TB: Víkingur (H), NSÍ (Ú), EB/Streymur (Ú), B36 (H) og KÍ (Ú)
FCS: B36 (Ú), HB (H), NSÍ (Ú), EB/Streymur (Ú), B68 (H)

Tað kundi verið skrivað ein ørgrynna, um hvønn einstakan av dystunum, men tað verður ikki gjørt á hesum sinni. Í staðin sleppa tit at gera tykkum egnar tankar um dystarskránna, sum er viðfest niðanfyri.
1. leikumfar
24/03/2012
B36 – FC S
25/03/2012
EB/S – KÍ
TB – VÍK
ÍF – NSÍ
HB – B68

2. leikumfar
31/03/2012
B68 – ÍF
01/04/2012
NSÍ – TB
VÍK – EB/S
KÍ – B36
FC S – HB

3. leikumfar
05/04/2012
NSÍ – FC S
VÍK – B68
KÍ – HB
B36 – ÍF
EB/S – TB

4. leikumfar
15/04/2012
EB/S – FC S
TB – B36
ÍF – KÍ
HB – VÍK
B68 – NSÍ

5. leikumfar
21/04/2012
B36 – EB/S
NSÍ – HB
ÍF – VÍK
KÍ – TB
FC S – B68

6. leikumfar
28/04/2012
KÍ – NSÍ
29/04/2012
VÍK – FC S
B36 – B68
EB/S – HB
TB – ÍF

7. leikumfar
05/05/2012
NSÍ – VÍK
06/05/2012
ÍF – EB/S *
HB – B36 *
B68 – KÍ *
FC S – TB *

8. leikumfar
12/05/2012
HB – ÍF
13/05/2012
KÍ – FC S
B36 – VÍK
EB/S – NSÍ
TB – B68

9. leikumfar
19/05/2012
B68 – EB/S
20/05/2012
NSÍ – B36
VÍK – KÍ
TB – HB
FC S – ÍF

10. leikumfar
26/05/2012
FC S – NSÍ
28/05/2012
TB – EB/S
ÍF – B36
HB – KÍ
B68 – VÍK

11. leikumfar
09/06/2012
NSÍ – KÍ
10/06/2012
ÍF – TB
HB – EB/S
B68 – B36
FC S – VÍK

12. leikumfar
13/06/2012
VÍK – NSÍ
KÍ – B68
B36 – HB
EB/S – ÍF
TB – FC S

13. leikumfar
16/06/2012
B36 – KÍ
EB/S – VÍK
17/06/2012
TB – NSÍ
ÍF – B68
HB – FC S

14. leikumfar
23/06/2012
FC S – EB/S
24/06/2012
NSÍ B68
VÍK HB
KÍ ÍF
B36 TB

15. leikumfar
29/06/2012
NSÍ – EB/S
VÍK – B36
30/06/2012
ÍF – HB
01/07/2012
B68 – TB
FC S – KÍ

16. leikumfar
21/07/2012
VÍK – ÍF
22/07/2012
EB/S – B36
TB – KÍ
HB – NSÍ
B68 – FC S

17. leikumfar
27/07/2012
KÍ – VÍK
ÍF – FC S
28/07/2012
HB – TB
29/07/2012
B36 – NSÍ
30/07/2012
EB/S – B68

18. leikumfar
04/08/2012
KÍ – EB/S
B68 – HB **
05/08/2012
NSÍ – ÍF **
VÍK – TB **
FC S – B36 **

19. leikumfar
11/08/2012
EB/S – FC S
TB – B36
ÍF – KÍ
HB – VÍK
B68 – NSÍ

20. leikumfar
19/08/2012
NSÍ – FC S ***
VÍK – B68 ***
KÍ – HB ***
B36 – ÍF ***
EB/S – TB ***

21. leikumfar
25/08/2012
NSÍ – HB ****
VÍK – ÍF ****
KÍ – TB ****
B36 – EB/S ****
FC S – B68 ****

22. leikumfar
29/08/2012
NSÍ – VÍK
ÍF – EB/S
HB – B36
B68 – KÍ
FC S -TB

23. leikumfar
02/09/2012
VÍK – FC S
KÍ – NSÍ
B36 – B68
EB/S – HB
TB – ÍF

24. leikumfar
15/09/2012
B36 – FC S
16/09/2012
EB/S – KÍ
TB – VÍK
ÍF – NSÍ
HB – B68

25. leikumfar
23/09/2012
B68 – ÍF
NSÍ – TB
VÍK – EB/S
KÍ – B36
FC S – HB

26. leikumfar
30/09/2012
NSÍ – B36
VÍK – KÍ
HB – TB
B68 – EB/S
FC S – ÍF

27. leikumfar
06/10/2012
KÍ – FC S
B36 – VÍK
EB/S – NSÍ
TB – B68
ÍF – HB

*Um okkurt av liðunum leikar seg í ½ finalunar í kappingini um Løgmanssteypið, so verður dysturin framskundaður til 5. mai
** Kann broytast alt eftir hvør leikar seg í finaluna og nær hon verður leikt
*** Kann broytast alt eftir hvør leikar seg í finaluna og nær hon verður leikt
**** Kann broytast alt eftir hvør leikar seg í finaluna og nær hon verður leikt