Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Dystir um vikuskiftið

| 14/06/13

IMG_2565Tríggir dystir eru í vaksnamannafótbóltinum hetta vikuskifti og eru tað tveir í morgin, leygardagin og so sjálvsagt Effodeildar-tíð aftur sunnudagin.

Leygardagin eru tveir dystir, har bæði 1. deild og 3. deild fara ein túr til Leirvíkar, har dystast skal móti  Víkingi.  1. deild hevur havt tað sera trupult seinastu dystirnar og hava menn ikki vant eins nógv sum í byrjanini og av tí sama, so er venjingin hjá 1. deild løgd saman við ta hjá Effodeildarhópinum.

Støðan í 1. deild er soleiðis, at TB liggur á einum deildum næstaftasta plássi saman við EB/Streymi. Víkingur liggur á 7 plássi og hava 19 stig, TB hevur 13 stig og liðnum tørvar stig um vónin at halda seg í næstbestu deildini skal liva víðari.

3. deild hevur fingið eina fína byrjan uppá finalubólkin har liðið hevur megnað at hála 7 stig heim á kontoina eftir trimum dystum. Sostatt liggur 3. deildarliðið frammanfyri liðnum, sum dystast skal móti í morgin, Víking A. Seinasta vikuskiftið bleiv tað til ein stórsigur hjá liðnum, har teir bangaðu Víking B av við.

Spennandi verður tí, um 3. deild megnar at halda forminum og fáa eitt gott úrslit við heim frá Leirvík.

1. deild skal leika klokkan 14:00 meðan 3. deild skal byrja eftir at hesin dysturin er liðugur, klokkan 16:00.

Aftur í eldin

Effodeildin hevur ligið still eina tíð nú vegna landsliðsuppgávur og tí er tað deiligt at endiliga sleppa at síggja Effofóltbólt við Stórá aftur. B36 kemur á vitjan og mong tvørafólk og onnur TB viðhaldsfólk hava góðar vónir til hendan dystin, tí TB hevur víst sera gott spæl á heimavølli.

Spurningurin er so um hesin steðgurin vegna landsliðið hevur órógvað hetjurnar í svørt hvítum.

Hans Fróði, høvuðsvenjari, verður eftir øllum at døma noyddur at blanda kortini eitt sindur av nýggjum til dystin sunnudagin.  Orsøkin er, at skaðar gera um seg í hópinum, einir tríggir mans eru skaddir, harav tveir fastir menn á liðnum verða sera ivasamir.

Vit vóna tó tað besta fyri teir og vóna samstundis eisini, at teir verða klárir til sunnudagin, tí hetta er ein sera umráðandi dystur, eins og allir aðrir sjálvandi, men júst í løtuni er tað so sera tætt millum øll liðini í deildini næstan og ein sigur kann senda liðið fleiri pláss upp á stigatalvuna.

Áðrenn dystin sunnudagin er TB á einum 7. plássið við 15 stigum og B36 liggur beint omanfyri okkum á stigatalvuni við 16 stigum.

Einaferð TB, altíð TB!