Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Effodeildin í 2015

Effodeildin í 2015

| 29/11/14

Nakað vit í felagnum eru sera glað fyri er, at vit eru aftur har tað er stuttligt og har vit sjálvi meta okkara felag hoyrir heima – millum tey bestu í Føroyum, í bestu deildini.

Í 2014 vóru vit so at siga einaráðandi gjøgnum alt kappingarárið og endaði tað við, at vit vóru greitt nummar 1, tá kappingin var at enda komin.

Páll Hagbert Guðlaugsson hevur staðið á odda fyri liðið seinasta árið umframt ein part av 2013, tá vit fluttu niður eftir tvey ár í bestu deildini. Komandi kappingarár verður tað eisini Páll, ið sleppur at standa við stýrisvølin og vónandi fara hansara eygleiðingar av bakkanum at gera stóran mun.

Hópurin

Hópur felagsins tykist at vera greiður sum nú er, men enn er longi til kappingarárið 2015 verður byrja. Í fjør var ein av okkara mest vandamiklu monnum Ragnar Tausen, sum nú hevur sína dagligu gongd á Aarhus Universitet – hetta er ein missur fyri okkum, men vónandi eru aðrir garpar klárir at taka upp dystin móti teimum bestu verjuleikarunum í Føroyum.

Í seinnu helvt av hesum kappingarárinum var ein 25-ára gamal niðurlendingur og royndavandi við okkum. Tað varð gjørt av, at hann skuldi koma aftur til Tvøroyrar og Stórá í 2015.

Albert Adu er í dag hollendskur ríkisborgari og býr í Amsterdam.

Les eisini: Adu spælir við TB í 2015

Umframt hetta so er greitt, at Martin Tausen vendir aftur til barndómsfelagið.

Toppskjúttin í 1. deild í farna kappingarárið kom heim til barndómsfelagið og verður hann eisini við í hópinum, tá vit fara upp í Effodeildina. Talan er um Patrik Johannesen, sum við sínum 17 málum farna kappingarár, gjørdist toppskjútti.

Meira nágreiniligt um leikarahópin verður at lesa her á heimasíðuni innan longi.

Effodeildin

Umframt okkum, so fer Effodeildini eisini at rúma okkara grannum fyri sunnan, FC Suðuroy, sum megnaði at fáa fatur í øðrum plássinum, ið tryggjaði teimum uppflyting.

Niðurflytararnir úr Effodeildini 2014 gjørdist B68 og Skála, sum eisini vóru tey bæði liðini, ið fluttu upp í 2013.

Meistararnir vóru enn eina ferð úr Gundadali, hesu ferð var tað B36, ið streyk avstað við samlaða sigurin tá avtornaði.

Fyri kortum bleiv eisini greitt, at kappingin um føroyameistaraheitið í føroyskum fótbólti hjá monnum verður bríkslað í gongd 1. mars. Hetta er fyrr enn vanligt hevur verið áður, tað hevur samstundis eisini við sær at sjálv kappingin endar fyrr.

2. deild

Næst besta lið felagsins í vaksnamannadeildini fer aftur í komandi ár at leika í 2. deild. Tað eydnaðist teimum at fáa vent keðiligu gongdini í fyrstu hálvu til at varðveita sessin í deildini, sum mátti metast sum sera umráðandi.

Vit fara komandi tíðina at tosa við onkrar av leikarunum og øðrum, ið varða av felagnum.