Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ein dyggur smeitur

Ein dyggur smeitur

| 15/09/13

Effodeildin: 07 Vestur 2-1 TB

Enn eina ferð skuldi tað vísa seg at gerast trupult vesturi í Vágunum. Í dag vóru vónirnar góðar, tí í síðsta umfari eydnaðist tað okkum at basa KÍ, har tað varð kempa akkurát sum vit kenna tað frá tá TB er á sítt allarbesta.

Dagurin í dag skuldi vísa seg, at vera ein løgin dagur. Vit hava tað mesta av spælinum allan fyrsta hálvleik og 07 Vestur sleppur ikki framat til serliga nógv. Vit fáa eitt mál longu aftaná 10 minuttir og so er sjálvandi lætt at hugsa, at vit koyra víðari frá har vit sleptu móti KÍ. Ndende fekk aftur mál í dag og hevur miðvallarin verið ein sera umráðandi partur av liðnum í ár.

Men so varð ikki. Ei heldur hesu ferð megna vit at basa 07 Vestur har vesturi, tíverri. Sera harmiligt fyri okkum, tí sum úrslitini lagaðu seg í dag, so høvdu vit ligið omanfyri strikuna, um vit megna at fáa trý stig við heim í dag.

Fótbóltslíkindi vóru eftir Niels Petersen at døma, ið útvarpaði dystin, ikki nakað at rópa hurrá fyri og hetta hevur uttan iva darvað spælinum.

Vit hava nakrar møguleikar at leggja okkum framum við einum málið aftrat hasum frá Ndende, men millum annað varð Poul Ingason bríkslaður fyri rangstøðu, tá hann annars hevði sett bóltin í netið.

Í síðsta korterinum á dystinum rapar korthúsið og 07 Vestur fer útjavnandi málið, stutt eftir hetta málið fáa teir enn eitt mál. Hetta seinasta málið var, sum tað ljóðaði á frásøgumanninum í dag, eitt heldur undarligt mál og virkaði tað til at hetta var meira held enn forstandur.

Hetta var ein svartur dagur, men tað er eitt at gera og tað er at lýta frameftir, tí í næsta vikuskiftið skulu vit taka ímóti NSÍ, sum í dag megnaði at vinna á KÍ. Hóast null stig í dag, so er ikki so nógv broytt í botninum og tað kunnu vit millum annað takka NSÍ fyri, tá teir megnaðu at venda dystinum móti KÍ og fara avstað við øllum. Dysturin millum AB og HB varð útsettur og tí hevur AB í løtuni ein dyst minni enn vit á stigatalvuni liggja teir enn trý stig frammanfyri okkum.

Vit hava tveir umráðandi dystir fyri framman har vit helst skulu hava seks stig, hetta seta vit sanniliga nøsina upp móti og fara at geva leikarunum okkara treytaleysa stuðul og hjálpa teimum til enn eitt ár í Effodeildini!

Einaferð TB, Altíð TB!