Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ein helvitis innsatsur skal til

Ein helvitis innsatsur skal til

| On 27, Sep 2013

TB skal sunnudagin taka í móti AB, sum koma suður við góðum sjálvsáliti í kuffertinum, meðan TB ikki hevur alt ov nógv úrslit í seinastuni at rópa upp yvir. TB hevur tó fyri neyðini at helst fáa trý stig sunnudagin. Møguleikarnir fækkast og serliga Óli Johannesen hevur lagt upp til ein helvitis innsats frá teirra síðu.

Óli Johannesen varð í 3-2 sendingini mánakvøldið spurdur, eftir dystin móti 07 Vestur, um dystin móti AB – Óli var tó ikki komin so langt í tonkunum, sum at longu fara at fyrireika seg móti AB, men hann kundi vissa okkum um, at tað fór at blíva ein helvitis innsatsur frá teirra síðu, sum hann málbar seg.

Formsterkt AB

AB hevur fingið fótað sær og veruliga fingið luft undir veingirnar, tí teir hava síðani summarsteðgin vunnið sær frá næstniðasta plássið og upp á 7. pláss. Í hesum tíðarskeiði hava teir skava heili 16 stig saman.

Til samanberingar hevur TB fingið trý stig og eru farnir niður á næstniðasta plássið, har AB lá undan steðginum. KÍ hevur vunnið tvey stig. 07 Vestur hava fingið seks stig.

Hendan samanbering vísir okkum greitt at vit møta einum formsterkum AB-liðið, sum í steðginum styrkti seg við nýggjum leikarum, millum annað valid teir at heinta Dimitrije Jankovic til felagið, Dimitrije er kendur her í felagnum, tí hann leikti í svart-hvíta búnanum í 2011 og 2012.

Ein sigur neyðugur

Nú eru hóast alt, umframt AB dystin sunnudagin, framhaldandi trý umfør eftir, ið kunnu geva 9 stig, men fyri at vit skulu hava ein veruligan møguleika at bjargað okkum í Effodeildini, so er ein sigur sunnudagin eitt neyðugt fet á leiðini. Eftir AB dystin eru tveir truplir útidystir í Gundadali móti B36 og HB – vit enda Effodeildina 2013 heima móti Víkingi.

Vit mugu blaka alt vit hava fyri at fáa ein sigur undir hús sunnudagin, tí ein sigur gevur okkum umframt tey trý lívsneyðugu stigini eisini eina trúgv uppá at vit gott kunnu, tí tað er onki at ivast í at vit kunnu!

Dysturin verður klokkan 17:00

Dysturin sunnudagin er settur at byrja klokkan 17:00.

Viðmerkingar