Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ein himmalskur sigur

Ein himmalskur sigur

| 29/09/13

Hetta følist sum ein himmalskur sigur, nakað soleiðis er kenslan í løtuni. Umframt at vit vísa ein kanón innsats, sum vit millum annað skrivaðu um var neyðugur fyri at fáa trý stig í dag, so gevur hetta okkum ein vónina um at vit vera at finna í Effodeildini komandi ár.

TB liðið byrjaði í dag soleiðis:

Ivan
Teitur O. – Óli – Babacar – Teitur J.
Ragnar – Rógvi – Ndende – Martin – Nicky
Poul

Sum liðuppstillingin gevur boð um, so hevði Páll blandað kortini eitt sindur aftur og var so at siga farin aftur til ta uppstilling, ið vit hava brúkt mest í ár undir okkara ymisku venjarum.

Eitt sindur inni í dystinum fáa Poul og Ragnar so boð frá venjaranum, um at býta um pláss og skuldi hetta vísa seg at geva úrslit nærum beinanvegin.

AB hevur eitt fríspark í einari relativt vandamiklari støðu, men fáa onki burturúr og tað endar við at Nicky setur ferð á einum skjótum og góðum mótálopið. Umframt Nicky høvdu Ndende og Ragnar eisini tikið túrin niðan móti AB málinum.

Nicky fær lagt bóltin innfyri og tað endar við at Ndende fær skalla hann tvørturum í sekstanmetrinum til Ragnar Tausen, ið blakar seg, sum um tað galt lív og sál og setur bóltin í netið til 1-0.

Stór frøi var á TB fjøldini og nú vóru vit á odda.

Ndende kundi við eitt sindur av vælvild frá dómaranum fingið eitt brotsspark, tá hann kom í millum eina afturlegging frá Morten Overgaard til málmannin, Símun Rógva, men Petur Reinert valdi at ikki bríksla. Ndende var sera væl upplagdur í dag, tað var hann tó sanniliga ikki einsamallur um, sum heild stríddist okkara menn fyrimyndarliga!

Í fyrsta hálvleiki var annars ikki so nógv meira at skriva um, har vit kunnu fara til hálvleiks við einari eitt-máls føring, sum uttan iva hevur gjørt at hálvleiks tosið frá Páll Guðlaugssyni hevur verið lættari enn oftani fyrr.

Í øðrum hálvleiki er tað eitt sindur sum um, at vit eru merktir av nervum og lata AB fáa eitt sindur ov nógv spæl, ið eisini førir til ymiskar vandamiklar støður. Var tað ikki fyri einum vælleikandi Ivani í málinum, so høvdu AB uttan iva fingið eitt ella tvey mál hendan dagin.

AB høvdu tá stutt tíð var liðin í øðrum hálvleiki havt nakrar møguleikar at fáa mál – millum annað ein skallara á tvørtræið, og tveir aðrar kjansir, har Ivan bjargaði okkum.

Tá annar hálvleikur var hálvrunnin fekk AB ein mann útvístan, tá Petur Reinert valdi at geva honum gula kortið fyri aðru ferð. Hetta var ikki einasti maður, sum fekk kort í dag, sum heild vóru nógv kort givin – eitt klárt tekin um at nógv var uppá spæl, serliga fyri TB.

Stutt eftir reyða kortið er dramatikkur í luftini. Fyrst vilja TB viðhaldsfólk hava at Ragnar skal hava brotsspark, men Reinert gevur gult fyri film. Skjótt gekk og áðrenn ein visti av, so var bríksla til brotsspark til AB.

Dion Splidt var settur at skjóta og skeyt eftir øllum at døma væl, men Ivan var sum ein køttur og bjargaði brotssparkinum!

IMG_8100

Páll Guðlaugsson bleiv eftir hesa hendin vístur av vøllinum, hann var sum heild sera aktivur á síðulinjuni har hann koyrdi á sínar menn, men samstundis eisini sera ónøgdur við dømingina.

Tá tað resta smáir 10 minuttir í til dystarlok fáa vit enn eitt mál. Aftur Ragnar Tausen, sum var sera vælleikandi í dag – livligur og vísti seg at vera ein støðug hóttan móti AB málinum.

Ein sigur, sum var sera, sera kærkomin og samstundis eisini væl uppiborin!

Dysturin í dag var merktur av einum stríðsvilja frá TB, ið vistu at hetta var ein av teimum møguleikum, ið teir noyddist at taka av og tryggja sær trý stig.

Dagsins leikari

Atkvøðast kann um dagsins leikara í høgra bredda.

Viðmerkingar