Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ein vika eftir

| On 18, Mar 2012

Vit mugu verða væl skipaðir, og berjast fyri hvønn einasta bólt

Sunnudagin 25. mars 2012 er dagurin vit øll bíða spent eftir, tí tá tørnar okkara kæra TB út aftur í bestu deildini. Bíðitíðin hevur verið drúgv, men nú vit eru har, eru vit øll sera spent um, hvussu tað man fara at gangast okkara hetjum. Málið má í fyrstu atløgu vera, at vit megna at halda okkum í deildini. Hendan uppgáva verður ikki løtt, men um mett verður út frá stødd og dygd á hópinum, eigur hald at vera í eini ávísari vón fyri, at tað fer at eydnast okkum.

Sunn samanseting
Hópurin er stórur, og samansetingin av yngri og eldri leikarum er góð. Vit hava nakrar framúr góðar og ungar leikarar, sum eru svangir eftir at sleppa at royna seg millum teir bestu. Harafturat hava vit nakrar heilt ungar leikarar, sum hava hug at banka á dyrnar til besta liðið. Umframt hesar, hava vit eisini nakrar sterkar eldri leikarar við hópin av royndum. Hesir leggja teimum ungu gott lag á, og stuðla teimum væl.

Ikki beinleiðis niður aftur
Hvørt ár TB hevur vunnið seg upp aftur í bestu deildina, síðan afturi í 90-árunum, hava vit, av teimum flestu, verið spáddir eina stutta tilveru millum teir bestu. Ofta hava hesi tíverri eisini fingið rætt.
Í ár er støðan ein onnur, tí tey flestu rokna við, at vit fara at klára okkum í ár, meðan tað hinvegin verða NSÍ og grannar okkara úr FC Suðuroy, sum fara at sigla í tungum sjógvi hesaferð.
Hvussu er og ikki, so kann tað spáast herfrá til Timbuktu, tað skal bara ikki steðgast at kempa, og at dríva á. Slaka vit, og byrja at taka nakað fyri givið, so fáa vit skjótt nakrar lúsingar. Tí umræður, at halda fokus, og trúgva á egnan mátt.