Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ein vika við trimum sigrum

Ein vika við trimum sigrum

| On 16, Feb 2014

Venjingardystirnir vóru tríggir í talið hesa vikuna, allir leiktir her suðuri. Lagt til brots var tórskvøldið, tá U18 hjá FC Suðuroy kom á vitjan at leika móti 1. deildarliðnum hjá okkum.

Dysturin gjørdist ein tryggur sigur til okkara menn við endaúrslitinum 5-0. Málini fyri okkum gjørdi, Mikkjal, Heini, Arthur og Eyyob bleiv tvífaldur málskjútti. Eyyob er ein av ungu leikarunum, ið fyri kortum komu til TB.

Næsti dystur á skránni var dystur við Stórá millum TB 2. deild og Royn, sum flestum kunnugt spælir í 3. deild. Her gjørdist aftur talan um ein sigur til okkara menn, hesu ferð við siffrunum 3-1. Málini skutu Mikkjal, Einar og Magnus Pauli.

Síðani var bert dysturin í dag millum FCS og TB eftir, her megnaðu okkara menn at fáa sigurin heim við sær til Tvøroyrar. Dysturin bleiv leiktur í dag klokkan 14:00 og talan bleiv um ein tryggan 3-0 sigur. Málskjúttar í dag vóru Eyyob, Eirikur og Mikkjal.

Viðmerkingar