Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Einastandandi avrik i Gøtu

Einastandandi avrik i Gøtu

| 11/05/18

Í gjár var dystur í Gøtu har TB/FC Suðuroy/Royn møtti Víking í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum. Fá høvdu væntað, at tað fór at enda við einum 2-0 sigri til grønu suðuroyingarnar, summi høvdu kanska vóna hetta.

TB/FC Suðuroy/Royn hevði gott tak á dystinum og endaði tað sum kunnugt við einum 2-0 sigri eftir málum frá Stefani Radosavljevic og Teiti Krosslá Mortensen.

Maurice Ross okkara fyrrverandi venjari mátti eisini leggja seg skerflatan niður eftir dystin í samrøðu við Rás 2. Eftir hansara tykki vóru TB/FC Suðuroy/Royn greitt betur enn hansara menn og so var annars ikki so nógv at viðmerkja til tað, helt hann.

Salmundur kundi í samrøðu við Rás 2 fegnast um liðavriki og nú er onki at ivast í, at har veruliga er ein optimisma at hoyra í TB/FC Suðuroy/Royn leguni. Liðið er eisini í einum góðum stima í løtuni og heldur hendan gongdin fram verður sera spennandi at síggja, hvussu langt tað fer at bera.

Hini liðini í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum er AB, B36 og HB.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing