Einherjar hittast um jólini

Øll elska TB, eisini KULT tónleikarabólkurin, Páll Finnur Páll (Mynd: TB húsið)

Árið tekur at halla, og hetta árið hevur, á fleiri mátar, verið eitt serligt ár. Tvøroyrar Bóltfelag og nýstovnaða fjepparafelag tess, Einherjar, hava veruliga stolið yvirskriftir í føroyska miðlaheiminum, og saman við serstaka útvarpara teirra, og hart kempandi TB leikarunum á vøllinum, hava hesir fylt mangar ítróttarstubbar. Tvøroyrar Bóltfelag bleiv, sum øllum kunnugt, 120 ár í ár, Einherjar blivu kosnir Ársins fjepparafelag,  og útvarparin hjá TB Studio bleiv kosin Ársins Eldsál. Alt hetta ætla okur at hátíðarhalda 27. desember (3. jólakvøld) í nýumvælda ‘Gamla’ TB Húsinum – sjálvandi!

Ætlanin er, at okur her fara at hátíðarhalda okum sjálvi, so tað verður neyvan fyri sartar sálir. Tó vóna okur, at so nógvir Einherjar – og leikarar – troppa upp og syngja hart um alt, okur hava at gleðast yvir. Sum nakað forkunnugt, fáa luttakararnir eisini møguleika til, at atkvøða fyri Ársins Einherja 2012 og Ársins TB-leikara 2012. Vinnararnir verða kunngjørdir seinni um kvøldið, tá steyp verður handað av formanni Einherja, Egili A. Midjord. Borðreitt verður við góðum grýturætti, rísi, salat og rís a la mande omaná. Seinni um kvøldið verður diskotek ella livandi tónleikur (Okur lodda stemningin), so okur fara sjálvandi at koyra á alla náttina!!! Kostnaðurin er kr. 150,-.
Fyriskipararnir eru at hitta á tlf.: 279609, og so eigur at bera til, at eisini tú sleppur við.

Okur síggjast, og minnist til

Einaferð – altíð !!!

Scroll to Top