Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Einsamallir á odda

Einsamallir á odda

| 13/04/14

Vit hava lagt okkum á odda í 1. deild og kósin er sett mótvegis Effodeildini 2015. Tað hevur hon altíð verið og enn heldur kósin, tí við einum 3-1 sigri í dag móti okkara nærmasta kappingarneyta, B36, eru vit nú einasta lið við fullum stigatalið eftir 5 leikumfør.

Dysturin í dag var mettur sum ein av teimum meira spennandi og væntaðu tey flestu at B36 fóru at geva TB ein skarpan gang í dag, men so var ikki, bert til tíðir vóru B36 vandamiklir.

Ein av orsøkunum til at B36 ikki fekk gjørt meira burturúr var, at teir bert møttu upp við 10 monnum, leiðin er so long suður sigst, nógv longur enn norður.

Dagsins dystur var merktur av sera ringum fótbóltsveðrið, líkindi vóru illa nokk til fótbólt. Tað var nógvur vindur og hvirlurnar vóru serliga hvassar, umframt hetta fóru regnæl framvið Stórá undir dystinum.

Hann varð tó leiktur og endaði sum kunnugt við einum 3-1 sigri til okkara menn.

TB byrjaði dystin við at leika úteftir og hevði hetta við sær at leikast skuldi í undanvindinum. Mótvindurin hjá B36 var so mikið stórur at teir so at siga bert eina ferð vóru frammi í okkara triðing av vøllinum.

Vit sótu fyri tað mesta í fyrsta hálvleiki á dystinum og kundu og kanska enntá áttu at hava fingið eitt mál meira enn tey bæði vit fingu. Ta fyrsta kom eftir 11. minuttir, tá eitt skot frá ein av okkara monnum bleiv hálvbjargað og so stóð Aron klárur og kundi seta bóltin í málið. Seinni, tá knappir 40 minuttir vóru farnir skuldi Martin Tausen so vísa seg aftur sum málskjútta – ein heldur óvanlig sjón, men higartil í ár hevur ligið væl fyri hjá okkara hovbingi, sum hevur skotið trý mál í ár.

Undan hesum málinum hjá Martini var eitt sindur av nervøsiteti at hóma millum áskoðararnar, tí tað var ilt at siga, hvat B36 kundi klára, tá teir skuldu leika undan vindinum – málið hjá Martini beróligaði fjøldina eitt sindur.

Annar hálvleikur var sum heild illa spældur, tó hevði veðrið ein sera stóran part av skyldini í hesum, tí tað var ikki serliga gott fótbóltsveður, tað var næstan ikki spælandi.

B36 fær eitt mál eftir 74 minuttir og kundi stutt undan hesum eisini havt fingið minst eitt mál afturat. Hetta førdi við sær, at nervøsiteturin á fjøldini vaks aftur og skuldi tað vísa seg, at gerast nervapirrandi ein stóran part av øðrum hálvleiki.

Hetta inntil Teitur Justinussen fór framvið málmanninum hjá B36 og skjeyt har ein B36 verjuleikari blakar seg og koyrir bóltin seinasta petti inn í egið net. Sostatt gjørdist endaliga støðan 3-1 til okkum og vit hava higartil vunnið allar dystirnar í ár í 1. deild.

Ivan hevur leikt 200 dystir

Undan dystinum handaði Niels Pauli Eysturberg blómutyssið til Ivan Stojkovic, sum hevur leikt omanfyri 200 dystir fyri TB. Ivan kom til TB í 2007 og hevur síðani verið fastur málmaður á besta liðnum hjá okkum og hevur hann altso rundað 200 dystir fyri felagið. Dystur nummar 200 var, tá vit vóru á Argjum og spældu móti AB í steypakappingini.

2. deild vann

Fyrsti dystur í ár hjá 2. deildarliðnum hjá okkum var leiktur í morgun. Klokkan 10 bríkslaði dómarin dystin í gongd og skuldi tað vísa seg, at okkara menn vóru omaná miðvingum. Tá bríksla var fyri seinastu ferð var støðan 2-1 til TB.

Málini gjørdu Benjamin Petersen og Martin Midjord.