Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Eirikur longt sáttmálan

Eirikur longt sáttmálan

| 23/11/17

Í løtuni eru fyrireikingarnar til Effodeildina 2018 í gongd og hevur felagið eitt nú avgreitt venjaraspurningin. Seinastu dagarnarnir eru sáttmálar longdir við fleiri leikarar, í dag kunnu vit so boða frá, at Eirikur Magnusarson hevur longt sáttmálan við TB/FC Suðuroy/Royn og hetta fegnast vit um.

Eirikur er 23 ára gamal og leikti hann 26 dystir í farna kappingarár. Eirikur hevur altíð verið TB’ari og hevur hann leikt 143 dystir í alt fyri TB umframt teir 26 við TB/FC Suðuroy/Royn.

Vit fegnast um, at tað hevur eydnast at tryggjað okkum Eirik sum part av hópinum í 2018.

Mynd: Eirikur í myrkagrøna búnanum hjá TB/FC Suðuroy/Royn í dysti við Stórá