Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Eitt hav av møguleikum

Eitt hav av møguleikum

| 20/04/14

Leygardagurin bjóðaði uppá gott veður og nógvar mál møguleikar, men ikki so nógv mál.

Byrjandi XI:

Ivan

Jákup – Óli – Teitur O – Ragnar J

Aron – Rógvi – Heini – Teitur J – Eirikur

Ragnar T

Bonkurin: Carl, Arthur og Jonhard.

Toppskjúttin, Ragnar Tausen, var sostatt við aftur og byrjaði í álopinum, ein onnur broyting var at Óli var at síggja afturi í miðverjuni.

Í dystinum vóru sum áður nevnt ein hópur av málmøguleikum og tað gekk ein drúgv løta áðrenn tað loksins kom hol á. Í fyrsta hálvleiki kundi og áttu vit allarhelst at verið á odda við 2-3 málum, men so varð ikki – tá dómarin bríkslaði til hálvleiks var støðan enn 0-0.

Seinni hálvleikur bjóðaði aftur uppá fleiri møguleikar, hesu ferð eisini til Víkingarnar úr Eysturoynni, men teir fingu ei heldur bóltin inn. Hetta millum annað takkað verið eina frálíka bjarging frá okkara serba í málinum.

Toppskjúttin varð skiftur út eftir góðan tímas spæl og inn kom Carl, ið skuldi vísa seg at fáa ein avgerðandi leiklut í einsamalla málinum.

Carl verður spældur út í høgra borð, hann dregur inneftir, finnur Aron, sum í besta Zlatan stíli leggur bóltin við hælinum inn í málið til sera, sera stóra frøi á øllum TB’arum, uttanfyri og á vøllinum sjálvum. Aron var ein av teimum, ið eisini um hetta mundi skyldaði eitt mál ella tvey.

Tíbetur fingu vit hol á eftir 71 minuttir, men áðrenn hetta vóru nervarnir ikki góðir, tí hetta kundi gerast dagurin har bólturin bara ikki vildi í netmaskarnar, men ein genialiteturin, sum bert kann eftirlíknast av Zlatan, var tað sum tryggjaði okkum øll trý stigini í dag.

Rættvísa úrsliti av dystinum kundi kanska heldur havt verið 5-2 til okkum, so mangir vóru møguleikarnir í dag, tikið varð ikki av í røttu støðum og tí bleiv tað bert til eittans mál við Stórá.

Myndir

Myndir frá dystinum kunnu síggjast umvegis Flickr.

Sigast má eisini, at tað var hugaligt við so mongum áskoðarum til dystin, vónandi verður uppmøtingin í fjøldini eins góð til komandi dystir.

Góð páskir – Einaferð TB, altíð TB!