Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Eitt tepurt tap

Eitt tepurt tap

| 18/04/19

Víkingur vóru í dag á vitjan við Stórá og gjørdist talan um ein málleysan fyrsta hálvleik, men síðani komu trý mál í aðru helvt av dystinum, sum bleiv leiktur í líggjum várligum hita, tó við einum loti.

Liðið hjá TB sum byrjaði í dag vóru hesir: Milos Budakovic, Dánjal Godtfred, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Teitur Olsen, Luc Michael Jeggo, Regin í Lágabø, Andrias Sørensen, John Villi Leo, Ivan Ivanovic, Stefan Radosavljevic.

Onkrar royndir vóru í fyrsta hálvleiki, men onki spurdist burturúr og tí mátti áskoðarirnir bíða til 50 minuttir vóru farnir at fáa fyrsta málið. Tíverri var talan um eitt Víkinga-mál, sum Sølvi Vatnhamar gjørdi. Bert tríggjar minuttir seinni mátti Milos aftur lata mál inn, hesa ferð var tað Lawal, sum gjørdi bart.

Síðani skuldi TB pressa fyri at royna at fáa nakað burturúr dystinum, men 2-0 støðan passaði Víkingum sera væl og løgdu teir seg kompakt í verjustøðu fyri síðani at royna seg við skjótálopum.

Okur fingu nakrar royndir, men tað var fyrst til síðst, at tað eydnaðist Stefani at skjóta enn eitt mál og harvið heldur hann fram við at vera toppskjútti í Betri Deildini. Málið kom í yvirtíðini og tí bleiv tað eisini endaliga støðan, 2-1 í einum dysti har, um dómarafloytan ikki tagdi í einari støðu sum mong munnu meina var brotsspark, so kundi okur havt fingið eina stigi í dag.

Hyggur ein eftir hagtølunum, so var talan um rættuliga javnan dyst har bæði liðini høvdu fýra royndir á mál hvør. TB hevði tríggjar royndir framvið málinum, Víkingur fýra.

Tað er eitt at gera og tað er at koyra víðari – longu sunnudagin er dystur á Skála, hesa ferð er talan um dyst í steypakappingini.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing