Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Endiliga vunnu okur

Endiliga vunnu okur

| 25/04/18

Oddaliðið og steypavinnarin frá 2016 var á vitjan í Trongisvági fyri aðru ferð í 2018. KÍ hevur altíð havt tað trupult við Stórá. Sum oftast eru marginalarnir falnir í teirra lut, og teir hava altíð verið noyddir til at stríðast fyri stigunum. TB/FC Suðuroy/Royn høvdu broytt spæliskipanina eitt sindur. Isaac Shaaze var ikki við ídag, tí hann hevur onkur persónlig ørindi í Svøríki. Eirikur Magnusarson hevði leikbann, so Rani Johansen og John Villi Leo spældu fyri fyrstu ferð við frá byrjan, báðir spældu ein sera góðan dyst og hava rós uppiborið.

Av tí at liðið var nakað skert hevði Glenn Ståhl eina 5-3-2 spæliskipan, har Búi og Salmundur vóru á toppinum. John Villi Leo kom inn fyri Isaac og Rani fyri Eirik.

Leikferðin var høg at byrja við, bæði liðini fluttu bóltin skjótt sínamillum, men KÍ hevði eina lítla yvirvág. Suðuroyinganir spæla sum kunnugt væl í verjustøðu, men trupulleikin hevur verið at umsett nakað til vandastøður á seinasta 1/3 á vøllinum. Tá einir 10 minuttir vóru leiktir fær KÍ horna, suðuroyingar megna ikki at sparka bóltin burt, og Páll Klettskarð takkar fyri og skorar lættliga. Ein skuldi hildið, at heimaliðið fall í fátt, nú tað hevur fingið fleiri brotaskjógvar í seinastuni, men teir raknaðu veruliga við og ótu seg spakuliga fram eftir KÍ hálvuni, hetta gav onkrar farligar skotroyndir, og viðhaldsfólkini byrjaðu at rakna við.

Sanniliga var tað gleðiligt tá Salmundur Bech fyrst kempar seg leysan og tvingar málverjan til eina góða bjargini, og so tá hann beint aftaná skorar til 1-1 eftir horna byrja suðuroyingarnir at tevja blóð, teir pressa KÍ í botn til hálvleiks, men støðan helt sær.

Suðuroyingarnir hildu fram at trýsta KÍ. Tað riggaði væl at spæla langar bóltar handan KÍ-verjuna ið ikki hevði kontrol á støðuni. Tá 1 tími er farin er fríspark til TB/FC Suðuroy/Royn. KÍ megnar at skalla bóltin burt, men hann verður lyftur upp um verjugarðin aftur, og mínn sann um ikki dagsins leikari, Salmundur Bech, skorar. Nú galt tað um, at halda fast. KÍ spenti álopsbogan og Suðuroyingar vardu nú fyri tað mesta. Ágangurin var øgiligur seinastu løtuna, men Budakovic, Teitur Olsen og Dennis Nielsen stýrdu øllum væl og teir vóru sera sannførandi í verjuspælinum.

Dómarin legði 5 minuttir afturat, og flest øll kikkaðu eftir ondini sum KÍ álopini skolaðu yvir okkum. Men støðan helt sær og suðuroyingarnir eru klárir til næsta umfar. Hetta var ein sera týðandi sigur at fáa, nú tað endiliga glapp við málskjótingini og menn kempaðu og spældu heilt væl til tíðir.

Sum áskoðari sær mann, at liðið mennist fyri hvønn dyst og okur gleða okkum til landskappingin byrjar aftur, tá suðroyingar skulu møta Víkingi í Norðagøtu.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing