Enn ein ósigur

Effodeildin TB 1-5 HB

TB tapti aftur ein Effodeildardyst, tá HB kom á vitjan við Stórá.

Sigast kann stutt, at HB legði seg á odda 3-0 í fyrra hálvleiki, sum eisini var støðan í hálvleikinum.TB hevði fleiri málmøguleikar, men sum so ofta fyrr, so gongur tað strilti hjá okkara monnum at fáa bóltin í netið.

TB megnaði tíðliga í seinna hálvleiki at minka um munin til 3-1, tá Poul Ingason skoraði eitt frálíkt mál við høvdinum. Dysturin bleiv tó avgjørdur løtu seinni, tá málmaðurin hjá TB fekk beinleiðis reytt kort fyri at fella HBara uttanfyri brotsteigarmarkið. Ein maður færri, kláraði TB ikki at vinna seg inn aftur í dystin.

Móti dystarenda skoraði HB tvey mál afturat, og tí endaði dysturin heili 5-1 til havnarliðið.

Myndir af dystinum kunnu síggjast her

JRS

Scroll to Top