Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Enn ein ósigur

| 04/06/13

1. deild: EB/Streymur 4-0 TB

1. deildarliðið hjá TB er inni í einum keðiligum stima fyri tíðina og leygardagin tapti liðið triða dystin á rað, tá teir vitjaðu við Margáir í Streymnesi.

Venjarin Hans F. Hansen sigur í stuttari viðmerking um dystin:

Vit fóru leygardagin við 1. deild at rista stórtapi ímóti Skála av okkum, men soleiðis skuldi tað ikki verða, tíverri.

Vit byrjaðu dystin væl, allir menn gjørdu tað vit høvdu avtala unden dystinum, so hetta sá út til at blíva ein fínur dystur hjá okkum. Men tíverri, so gjørdi vit persónlig mistøk sum gav teimum tað fyrsta máli og eftir tað datt liðið hjá okkum meir ella minni sundur. Tað vóru bert einir 2-3 leikarar sum høvdu ein góðkendan innsats til hendan dystin og tá er sjálvsagt ikki lætt at vinna dystir.

Uppgávan hjá mær, er at fáa menn at arbeiða nógv harðari og vísa ein nógv betur stríðsvilja, tí fótbólt duga teir allir at spæla. Men tað er nokk heldur ikki so lætt, tí so fáir í 1. deild venja ígjøgnum vikuna, og tí er nokk ikki so lætt at byggja eitt lið upp. Men tá tað er sagt, so kann ein góður hugburð altíð bera langt, hóast ein ikki hevur vant so nógv.