Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Enn eitt hatrick

| 09/02/13

 

Kviku vongspælararnir hjá TB góvu gestunum mikið høvurbrýggj, tá teir fleiri ferðir sloppu gjøgnum í síðunum. Ragnar Tausen, var ein teirra, og hann royndist, sum hann plagar, sera væl (Mynd: Álvur Haraldsen)

Í einum óvanliga tomum venjingardysti millum Effodeildarliðið hjá TB og FC Suðuroy, fingu vit tó nakrar løtur av spæli, sum má metast til at vera á høgum støði. Tað vóru gestirnir sum byrjaðu dystin betur, og teir løgdu seg eisini á odda, men sum dysturin leið, skavaði TB seg meira og meira inn í dystin, og seinastu løtuna skrædnaði heilt hjá gestunum. Tá alt kom til stykkis, hevði TB sigrað við fýra málum, móti tí eina hjá sunnanmonnum. Hetta var fyrsti dystur í ár, hjá meginpartinum av TB leikarunum skal tó viðmerkjast, og tað sást til tíðir rættuliga væl. Ein var tó, sum skaraði framúr, og tað var Poul Ingason, sum aftur í dag skoraði trý mál.

Seks mál í tveimum dystum
Sunnudagin var næstbesta liðið hjá TB í Vági, har FC Suðuroy bjóðaði til venjingardyst. Vertirnir megnaðu at vinna 4-3, men maðurin sum stjól yvirskriftirnar, var ungi og evnaríki TB áloyparin, Poul Ingason. Hann skoraði øll trý málini fyri TB.
Í gjárkvøldið var so FC Suðuroy á vitjan við Stórá, har teir møttu besta liðnum hjá TB, og aftur var Poul tann mest eyðsýndi leikarin á vøllinum. Annan dystin á rað megnaði hann at skjóta hatrick. Dysturin endaði 4-1, eftir at FC Suðuroy hevði lagt seg á odda, við máli frá Jón Krosslá Poulsen. Fyri TB skoraði Poul Ingason trý mál, og Eirikur Magnusarson eitt.
Sostatt hevur Poul Ingason skotið ikki minni enn seks mál í tveimum dystum, og tað er vorðið sum úrtøka. Harafturat var samskiftisspælið við álopsinnaðu miðvallararnar eisini frálíkt.

Ungir landsliðsleikarar vísa vegin
Í nøkur ár hava Teitur Olsen, Eirikur Magnusarson, Ragnar Tausen og Poul Ingason fingið dýrabærar royndir gjøgnum landsliðsuppgávur sínar, á U15, U17 og nú eisini á U19 landsliðunum, og tað tykist sum um, at hesar royndir hava ment teir sera nógv. Allir eru teir sera dugnaligir, og bert Teitur Olsen væntar at fáa sítt veruliga gjøgnumbrot á besta liðnum. Men eftir innsatsinum í gjárkvøldið at døma, so gongur ikki long tíð, at eisini hann telist millum teir fyrstu 11 á Effodeildarliðnum.
Í felag royndust hesir ungu harrar seg sum teir stinnastu, men ein var tó, sum skaraði framúr, og tað er Poul Ingason, sum annan dystin á rað skoraði trý mál.

Breiddin var munurin
At TB hevur breiðan og spennandi hóp, sást á øllum brøgdum í gjárkvøldið. Gestirnir løgdu seg gamaní á odda, men sum dysturin leið, fingu vertirnir meira skil á sítt spæl, og haðani var bert ein vegur. Vertirnir megnaðu ikki at standa móti trýstinum til endans, og serliga var tað kvikleikin hjá teimum ungu dreingjunum, sum gav teimum mønustingin.

Rótut og óskipað spæl
Vertirnir vóru teir, ið vístu frægasta spælið fyrstu góðu løtuna, men sæð yvir allan dystin, so var dysturin merktur av, at tað er tíðliga á árinum, og at menn ikki eru komnir heilt á tað pláss teir eiga at vera, viðvíkjandi bóltførleika og samspæli. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava verið fyri stórum útskiftingum, og tað tekur vanliga eina tíð, áðrenn nýggja fólkið innornar seg nýggju viðurskiftini.
Fyri báðar partar má tó samstundis staðfestast, at tað sær sera spennandi út fyri framtíðina, tí tilfeingið er stórt og, ikki minst, gott.
Vónandi fáa bæði liðini ovmikið av møguleikum til, at spæla gevandi venjingardystir, áðrenn kappingarbyrjan, tí tað er júst í hesum, at alt vanliga fellur best uppá pláss.

Bestu eydnu við framhaldandi fyrireikingunum, verður hervið ynskt báðum liðum

Viðmerkingar