Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Enn eitt stig til TB við Margáir

| 22/04/13

Effodeildin: EB/Streymur 2-2 TB

TB hevur staðið seg væl við Margáir teir seinastu tveir dystirnar, áðrenn uppgerðina sunnudagin. Ein 1-1 javnleik og eitt sera tepurt 3-2 tap er tað blivið til, í tiltíðir heilt hampuliga væl leiktum dystum.

Tað tókti øllum viðheldsfólkunum óskiljandi, at dómarin álegði TB at spæla í ljósabláu eykabúnunum. EBS eru myrkabláir og TB vóru ljósabláir, tað var eitt sindur av forvirringi í, serliga tí brøkurnar hjá liðunum eisini líktust. Sum eg skilti á lagnum, var hetta tí, at bakið á vanligu TB-troyggjunum minnir um tað á búnunum hjá heimaliðnum.

Dysturin byrjaði sera linliga frá okkara monnum. Menn vóru als ikki klárir frá dystarbyrjan, og av tí sama so sat EB-Streymur á mest sum øllum í byrjanini. Linliga løtan kulmineraði, tá TB royndi seg við sporadiskum smáspælið í verjuni, og fram á miðjuna, har Dan Mortensen hevði eina sera vánaliga móttøku, og kviki Leif Niclasen fullkomuliga ótarnaður spadseradi við bóltinum í netið. Hesa løtuna var sannur fjáltur á áskoðarunum hjá TB.

TB fekk so dánt manna seg upp eftir málið, og teir vístu meira villskap á miðjuni, har serliga Rógvi Joensen og Ndende við góðari hjálp frá Tausen, settu seg ígjøgnum í nærdystunum. Hetta tók trýsti úr verjuni, og TB fekk nøkur fín álop móti EB-Streymamálinum. EB/S vóru tó ikki heilt vandaleysir, og teir eru eitt framúrskarandi kontralið, men rutinan hjá Óla og fartin hjá Babacar, tóku bráddin úr teimum álopum sum kundu verið vandamikil.

Ingasonur var ein sannur brandur í álopinum, og órógvaði verjuleikararnar hjá EB/S almikið við sínum sterka kroppi. Nicky, Ingason og Rógvi vóru oftast einsamallir í álopi, tí vansin fyri mótálopum var allatíðina tilstaðar. Okur blivu ongantíð ordiliga vandamiklir, hóast TB hevði lítla yvirvág seinnu helvt at hálvleikinum.
Henda yvirvágin skuldi geva bonus, lítla løtu áðrenn hálvleiksetggin. Dan smekkar eitt inlegg innfyri, har Ndende leggur hann út til Rógva, ið ger tað einasta rætta og snúrar bóltin hegnisliga í kassan. Eitt útmerkað mál, til hálvleiksstøðuna 1-1

Í seinna hálvleiki, høvdu TBarirnir latið seg í teir eyðkendu búnarnar. TB- áskoðarirnir vónaðu, at byrjanin ikki fór at verða eins og stirvin sum í fyrra hálvleiki. Men so skuldi ikki verða. EB/S buldrar, seg gjøgnum okkara høgru síðu, til eina vandastøðu, og umvegis Ivan og eitt TB-bein endar bólturin hjá Gunnar Zachariassen, sum lættliga fær potað bóltin í netmerkarnar. Enn einaferð skuldi TB berja seg í dystin aftur, tí okur ikki vóru klárir eftir steðgin.

Tað vísti seg, at EB/S trekti seg aftur eftir málið. Tað farligasta sum TB bleiv, vóru hornaspørk og aðrir deyðbóltar. Tað sá eitt sindur svart út ta einu løtuna.
Hans Fróði tekur so ta avgerð, at skifta út. Hetta var sera djarvt og hasarderað. Hann tók Teit Olsen út og skifti Hanus Mortensen inn ístaðin, og so var ætlanin at spæla við einari 3 mansverju við fastari markering. Hetta vísti seg at bera ávøkst næstan beinanvegin. Ein langur bóltur verður oystur fram, støðan tóktist í fyrstu syftu ófarlig, men Rene Tórgarð í málinum mátti lúta í nærdystinum við Ingason, sum kempar seg fram við knokkinum og skallar bóltin í tóma málið. Nú bleiv ein veruligur rómur í TB-leirinum.

EB/Streymur spenti bogan høgt eftir hetta. Tað virkaði sum úskiftingarnar og rokeringarnar settu fjáltur í TB, tí menn vistu ikki reiðiliga hvar teir skuldu spæla, og tað vóru onkrar vandamiklar støður frammanfyri Ivan.

TB verjuspælið var útmerkað, tí teir kempaðu sum úlvur á skóg, og um ein tá ella eitt bein ikki var fyri, so stóð Ivan í vegin. TB royndi eisini at satsa frameftir móti endanum, hetta mundi ganga galið, tá EB/S fer í eitt sera vandamikið mótálop, men Ivan hevði eina risabjarging, tá vongurin ætlaði at skrúða bóltin framvið málmanninum.

Annars, so setti ein keðilig hending dám móti dystarenda. Ingason fær eitt sera býttusligt gult kort, og verður ikki við í næsta heimadysti móti ÍF.

Samanumtikið kunnu okur verða vælnøgdir við eina stigið. Tað var heldur ikki, heilt óuppiborið at TB megnaði tað. Tað er gleðiligt at venjingarstøðan hjá okkum er góð, og menn kempa hart og hjálpa hvørørðum. Tað er nakað, sum hevur eyðkent hetta liðið.

ME