Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Enn ósigraðir

Enn ósigraðir

| 11/06/14

Tað stóð á gomlum nøglum, men at enda var úrslitið at vit enn ikki hava tapt í 1. deild í ár!

Vit byrjaðu soleiðis:

Ivan

Jákup – Teitur Olsen – Óli – Eirikur

Carl – Rógvi – Heini – Teitur Justinussen – Aron

Martin Midjord

Á bonkinum: Kári, Einar, Mikkjal, Ragnar Tausen og Jonhard

Í kvøld var næsta grannauppgerðin á skránni og tað sigst, at málsetningurin hjá vágbingum fyri árið er at vinna TB – eftir dystin í dag kann staðfestast, at hesin ikki er rokkin enn.

Dysturin byrjaði fyri okkara viðkomandi sera keðiliga, tá tað vóru leiktir smáir 8 minuttir slapp ein vágbingur inn um verjuna í okkara høgru síðu, hvussu tað heilt gekk fyri seg er ringt at siga, men Jákup roynir at blaka seg niður at verja fyri einum innleggi, men tað eydnast ikki til fulnar og rakar bóltin so mikið at tað snýtir Ivan í málinum og bólturin fer inn.

Ein vátur vøttur í andlitið!

Vit hava oftani havt tað trupult, tá vit hava leikt í undanvindinum og hetta kvøldið skuldi vísa seg, at sama mynstrið gjørdi seg galdandi. Hóast tað ikki var nógvur vindur, so var tað eitt lot út eftir vøllinum.

Okkara pasningsspæl riggaði ikki ov væl og vit skaptu ikki nóg nógvar møguleikar.

Fyrsti hálvleikur var linligur við nøkrum periodum, har tað bæði var kempa nógv og til tíðir hampiligt spæl.

FC Suðuroy fáa enn eitt mál tá eini 40 minuttir eru farnir og nú sá meira svart út enn áður.

Aðrir bollar máttu í suppuna um tað skuldi eydnast okkum, at halda fast um okkara góða stima. Hóast vit higartil hava vunnið alt, so var hetta ein tann mest spennandi dysturin og eisini sá tað longi út til at vit máttu taka okkara fyrsta tap við heim. Leikararnir vildu tað, takk og lov, øðrvísi!

Eftir hálvleikin kom meira lív í okkara menn og fleiri tóku undir við Rógva í einum hørðum trýstið frá byrjan – hetta var eisini harðliga tiltrongt, tí nú skuldi tað kempast, um vit skuldu sleppa undan einum tapið móti arvafíggindunum fyri sunnan.

Vit løgdu eitt gott og áhaldandi trýst á málið hjá Rana og FC Suðuroy og tá komið var eitt sindur inn í annan hálvleikin var tað sum um, at vónin byrtist aftur og væntaði ein at TB skuldi fáa eitt mál.

Vónin gjørdist til veruleika, tá Rógvi legði eitt innlegg frá baklinjuni í okkara høgrusíðu í pannuna á Mikkjali, sum kundi stúta hann í kassan. Bóltin við og so skuldi tað rennast heim og fáast gongd á dystin aftur so skjótt sum møguligt. Nú skuldi teir fáa TB maskinuna at smakka!

Vit koyrdu á og tað tók eftir øllum at døma hart uppá gladiatorin, Óla Johannesen, ið varð settur fram í álopið, tí tá eini 10 minuttir ella so vóru eftir var hann at síggja til ikki førir fyri at spæla nógv meira, men allar útskiftingarnar vóru framdar og Óli mátti klára seg sum frægast.

Teitur Olsen verður vístur av vøllinum fyri eina, eftir meting dómarans, ov harðliga takling. Beinleiðis reytt og nú sá aftur eitt sindur dapurt út, men tað skuldi bíða líka til endan av dystinum, so bragdaði.

Maðurin, ið bjargaði okkum í dag gjørdist Jákup. Hann hevur sníkt seg fram í sekstanmeturin og inn kemur bólturin, hann knallar pannuna á, Rani blakar seg, at síggja til bjargaði hann møguliga, men bólturin var tíbetur inni! Hetta var fimm minuttir inni í tíðini Lars hevði lagt afturat.

Tað sum at síggja gronina á Atletico Madrid leikarum, tá Real Madrid settu trumfin inn og tryggjaði sær Champions League steypið í mai-mánaða. Ein beiskur bitið hjá sunnanmonnum, men sera leskiligur hjá okkum – tó so at tað ikki var nakar sigur, so var hetta so sanniliga tað næstbesta.

Maðurin við floytuni

Tey, sum vóru har vita hvussu skilið var, og tey sum ikki vóru har vita uttan iva eisini, hvussu skilið plagdi at vera, tá slíkar uppgerðir eru á skránni og setti dómarin hevur evstu ábyrgd.

Hann megnaði at vísa Teitur Olsen av vøllinum fyri eina takling, ið fá okkara mundu mett til beinleiðis reytt. Hann sendi pínadoyð eisini bæði fysioterapeutin og hjálparvenjaran av bonkinum!

Ein ordilig grannauppgerð

Hetta var tað ein vildi kallað fyri einari ordiligari arvafíggindauppgerð – hon bjóðaði uppá mangt og hvat, fýra mál, eitt hav av fríspørkum, málmøguleikar, kolldømd mál, gul kort, reyð kort, burturvísingar til fleiri fólk. Vit standa tó eftir við einum lítlum smílið á varrunum, tí vit eru enn ósigraðir og vit tóku sigurin úr hondunum á vágbingum júst sum teir vóru klárir at koyra hendurnar til himmals.

Myndir

Myndir frá dystinum kunnu síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Mynd: Jan Smedemark