Farvæl Effodeildin

Effodeildin er nú liðug og vit fara ta tungu leiðina niður í 1. deild at leika til næsta ár, men hetta vælvitandi um at vit vóru ein avbjóðing fyri fleiri av teimum størri liðunum í deildini. Men samstundis sum vit hótta teimum stóru megna vit ikki at taka av, tá vit eru favorittar og er hetta nakað sum hevur kostað okkum dýrt í ár.

Seinasti dystur var leiktur í dag, leygardag klokkan 14:00 – mótstøðuliðið var úrslitið av samanleggingini millum LÍF og GÍ, Víkingur. Víkingur hevði onki at spæla fyri og tað sama var so at siga galdandi fyri TB, ið skuldi vinna við næstan astronomisk siffur fyri at bjargað sær, samstundis sum KÍ skuldi tapa móti Vágamonnum.

Hópurin áðrenn seinasta dyst í 2013.
Hópurin áðrenn seinasta dyst í 2013.

TB stillaði upp í dag soleiðis:

Ivan

Teitur O – Babacar – Dan – Eirikur

Teitur J – Ndende – Martin – Rógvi – Nicky

Ragnar

Dysturin var merktur sum heild av at hvørgan av liðunum høvdu tað stóra at spæla fyri og tí var intensiteturin eitt sindur í tí lakara endanum. Teir, ið vístu mest intensitet vóru nakrir Víkinga fjepparir, ið vóru komnir suður at syngja og njótið eitthvørt leskiligt við promillum í.

Víkingur kom fram til nakrar møguleikar í fyrsta hálvleiki, men mál spurdist ikki burturúr.

Besta royndin hjá TB var eftir fríspark, sum Nicky Deverdics royndi seg uppá, men málmaðurin hjá Víkingi megnaði at tveita seg í fullari longd eftir bóltinum.

Tá Rúni Gaardbo bríkslaði fyri hálvleik var støðan sostatt 0-0 og hendan støðan helt seg eina góða løtu inn í annan hálvleik eisini.

Jann Ingi Petersen, sum mátti gráta síni mødigu tár fyri einum góðum árið síðani, tá hann og B68 mátti niður í 1. deild eftir at teir akkurát ikki eydnaðist at vinna nóg nógv á okkum, fekk hol á fyri Víking og setti bóltin í kassan tá 69 minuttir vóru farnir.

TB framdi í dag allar sínar tríggjar útskiftingar og tvær av teimum vóru serliga verdar at leggja merki til. Tá 10 minuttir restaði í, bleiv Óli Johannesen settur inn. Hetta var møguliga seinasti dysturin hjá Óla fyri TB, hetta fáa vit vónandi avgreitt innan langa tíð. Teitur Olsen var tikin út fyri Óla, sum fór fram í álopið. Legendan og protégé’in.

Tá so tíðin so at siga var farin bleiv Carl Bech innskiftur. Hetta var fyrsti dysturin hjá Carl fyri besta liðið hjá TB. Hann hevur sitið á bonkinum nakrar ferðir í ár og í seinasta dystinum í ár fekk hann so møguleikan at sleppa inn og fáa nakrar minuttir.

Løtu seinni eftir at Carl var komin inn megnar TB at javna. Eftir innlegg út vinstru endar tað við at ein Víkingamaður er so óheppin at beina bóltin í egið net.

Ein 1-1 javnleikur í einum heldur keðiligum dysti í bítandi kulda.

Myndir

Nakrar myndir vóru tiknar í dag og tær síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Dagsins leikari

Atkvøðast kann um dagsins leikara í høgra bredda.

Takk fyri í ár

Heimasíðutoymið mannað av Jens Róa Sørensen, Mortan Enni og Jan Smedemark takkar fyri í ár við tíðindum, dystarfrágreiðingum og upptaktum, vit fara tó neyvan heilt í dvala, men koma væntandi við tíðindum og annað um TB gjøgnum veturin.

Scroll to Top