Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

FC Suðuroy vann U-16 steypadystin

| 28/03/12

Hóast talan gjørdist um fýra mál á muni, so spældu okkara heilt væl til tíðir (Mynd: Bárður Hansen)

Steypadystur varð í kvøld spældur millum TB/Royn og FC Suðuroy í Dreingjadeildini, ella U-16, sum aldursbólkurin nú verður nevndur. Liðini spældu bæði sín fyrsta landskappingardyst um vikuskiftið, har TB/Royn tóku móti HB í Hvalba, meðan FC Suðuroy høvdu vitjan av ÍF. Og skuldi man gita um úrslitið í dag, út frá úrslitunum í vikuskiftinum, so mátti FC Suðuroy metast at vera stór favorittur, tí teir vunnu heili 24-0 móti einum illa mannaðum ÍF liði. TB/Royn taptu hinvegin sín dyst 1-3 móti HB. Dystin í dag vunnu FC Suðuroy eisini, men í seinna hálvleiki kundu okkara eins væl hava javnað, sum at gestirnar fingu økt. Sigurin var tó grundlagdur í fyrsta hálvleiki, og var væl uppiborin.

Ov linliga byrjan
Okkara fingu eina heldur keðiliga byrjan í dystinum í kvøld, og líka frá fyrsta bríksli, høvdu vit trupult við at fáa fatur á miðjuni. FC Suðuroy, við einum serstakliga evnaríkum Sølmundi Bech á odda, tóku tamarhaldið á miðjum vølli, og eftir einari løtu, fingu teir fyrsta málið. Teir spældu seg fram til eitt brotspark, og frá teirru løtu, sótu teir fullkomuliga á dystinum. TB/Royn rann aftaná, so at siga allan fyrsta hálvleik, og gestirnar skoraðu tvey mál afturat.
Við 3-0 í hálvleiksstøðu vónaði man, at heimaliðið kundi menna seg, so at tað ikki fór at gerast talan um at alt longu var avgjørt.

Sum hamskiftir
Eftir steðgin komu okkara, sum hamskiftir inn á vøllin. Menn sótu nógv tættari á gestunum, og sum heild tóktust okkara meira ágrýtnir. Hetta gav eisini úrslit, tí eina løtu inn í seinna hálvleik, fáa okkara sent eina høga sending úr vinstra borði, og í dysti við málverjan, fær Viberg Henryson lagt bóltin fyri føturnar á Hákuni Hofgaard, sum lættliga kundi minka um munin, til 1-3. Nú vóru okkara meira positivir, og tóktust at trúgva uppá, at tað kundi lata seg gera. Møguliga tóku gestirnar sær ov nógv av løttum eisini, og hildu dystin verða avgjørdan. Hvussu er og ikki, so fingu okkara enn eitt mál, og aftur var tað úr vinstru síðu, at uppspælið kom. Magnus Egilsson Lisberg var komin fram eftir borðinum, og við einari framúr sending fann hann Janus Midjord, sum tveitti seg fram og fluktaði bóltin framvið málverjanum. Nú var brádliga bara eitt mál á muni, og veruligur fjáltur kom á gestirnar eina løtu.

Hepnið fylgir teimum góðu
Var hepnið og neyvleikin størri, so kanska tað hevði eydnast okkara at javnað. Soleiði skuldi tó ikki vera, og sum annar hálvleikur leið, vunnu gestirnar yvirtakið aftur á miðjuni, og so var spurningur um tíð, áðrenn tað skrædnaði aftur. Var tað ikki fyri ein framúr dyst frá málverja okkara, Boas Nitschke, so kundi staðið verri til.
Tá avtornaði, fingu gestirnar tó trý mál afturat, so dysturin sostatt endaði 6-2 til FC Suðuroy. Hóast góða innsatsin hjá okkara, í stórum pørtum av seinna hálvleiki, so var tað ein uppiborin sigur til gestirnar. Men kanska okkurt av teimum seks málunum kunnu tilskilast hepni.
Málini hjá FC Suðuroy skutu: Kári S. Kjærbæk 2, Búi Egilsson, Teitur Mortensen, Tóki Mortensen, og Sølmundur Bech.

Spennandi málverjar
Var tað ikki fyri ein sera væl upplagdan Boas í málinum í dag, so kundi heimaliðið væl fingið oyruni í maskinuna. Ferð eftir ferð vísti hann síni málmansevni, og málmanstekniskt er hann væl á veg á menningarstiganum. At Boas samstundis hevur tveir aðrar at kappast við um plássið, gevur málmansvenjaranum hjá TB eina ynskistøðu. Gjøgnum kappingina teirra millum mennast teir best, og venjarin er sera spentur um, hvussu teir fara at mennast komandi árini. Teir eru sera ungir enn, og hava nøkur ár í læru eftir, áðrenn teir eru heilt til reiðar. Men Oddfríður Olsen, Dánjal Johan Vestergaard og Boas Nitschke hava evnir, sum kunnu framleiðast til okkurt spennandi. Tað krevur tó nógv arbeiði, og tolni.

HAGTØL
TB/Royn-FC Suðuroy (0-3) 2-6
Hákun Hofgaard og Janus Midjord skutu málini fyri TB/Royn.
Kári S. Kjærbæk 2, Búi Egilsson, Teitur Mortensen, Tóki Mortensen, og Sølmundur Bech skutu málini fyri FC Suðuroy.

Viðmerkingar

  1. TEEEEEEEEBEEEE