Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fimm skjótir spurningar til Poul Ingason

Fimm skjótir spurningar til Poul Ingason

| 04/05/17

TB heimasíðan hevur fingið orðið á Poul Ingason, sum í ár hevur fingið ein heilt nýggjan leiklut, tí frá at hava verið álopsleikari meginpartin av sínum fótbóltslívið, so er Poul Ingason nú fluttur aftur í verjuna.

Hóast hann er fluttur aftur í verjuna hjá TB/FC Suðuroy/Royn, so hevur hann ikki gloymt hvar málið stendur. Higartil í ár hevur tað eydnast Pouli at skjóta trý mál í Effodeildini umframt eitt í steypakappingini.

Vit hava sett Poul Ingason fimm skjótar spurningar um fótbóltin.

Frá at hava verið áloypari, so er tú nú umskúlaður til verjuleikara, hvussu dámar tær nýggja leiklutin á vøllinum?

Tað er ein stór broyting at vera fluttur aftur í verjuna, har kanst tú ikki goyma teg aftanfyri nakran, gert tú ein feil, so er mál til hinar. Um tú brennur har frammi, so fær tú altíð ein kjans afturat. Annars dámar mær væl at spæla í verjuni.

Hvussu dámar tær nýggja venjaratoymið við Maurice og Mark?

Mær dámar venjaratoymið sera væl, teir hava nógvar royndir úr yrkisfótbólti og tað sæst aftur í venjingunum. Teir duga væl at menna teir ungu leikararnar. Teir eru knallharðir við hørðum venjingum og krevja hart arbeiði frá okkum. Teir krevja eisini nógv av teimum meira rutineraðu leikarunum og tað dámar mær væl.

Hvussu heldur tú, at byrjanin í TB/FC Suðuroy/Royn hevur gingið?

Byrjanin hevur gingið sera væl, betur enn væntað. Vit hava møtt nógvum “botnliðum” og vunni teir flestu, eisini hava vit megna at tikið stig frá teimum størru liðunum, so alt i alt eri eg sera væl nøgdur.

Dysturin leygardagin verður ímóti HB, hvat eru tínar vónir til dystin?

Dysturin leygardagin er sera umráðandi. Um vit ætla at liggja har uppi har tað er stuttligt at vera, so skulu vit hava trý stig… So vit fara all in eftir trimum stigum leygardagin í Gundadali!

Tá árið er liðugt, hvat nummar liggur TB/FC Suðuroy/Royn?

Uha, tað er ringt at meta um, men eg vil siga topp 5.

Vit takka Pouli fyri lítla prátið.

Myndina hevur Bjartur Vest tikið í dystinum millum TB/FC Suðuroy/Royn og Skála við Stórá.