Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fimta pláss til VFF Cup

Fimta pláss til VFF Cup

| 14/02/16

VFF Cup var á skránni í gjár, leygardagin, har okkara besta lið luttók saman við átta øðrum Effodeildar liðum. B68 vóru ikki við vegna venjingarlegu í Íslandi.

Vit vóru umboðaði í Bólki A saman við AB og NSÍ. Fyrsti dysturin var móti AB, hesin endaði við einum 0-0 javnleiki. Síðani stóðu NSÍ fyri okkum – her endaði dysturin við einum 4-0 sigri til Rúnavíkingar.

Eftir hetta var greitt at víðari luttøka ikki var møgulig, men spælast skuldi um fimta og sætta pláss. Mótstøðuliðið var uppflytarin Skála, vit vunnu dystin 2-0 við málum frá Din Din og Adu.

Vinnarin av VFF Cup gjørdist aftur í ár HB, sum møttu NSÍ í finaluni.