Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fingu eitt stig frá KÍ

Fingu eitt stig frá KÍ

| 16/08/15

Hóast dysturin sjálvandi byrjar við einum stigi til bæði liðini, so gekk umleið eitt korter og vit stóðu við ongum stigi í dystinum. KÍ skoraði eftir langari sending til Klakstein og hann kundi lættliga útplaserað Ivan í málinum.

Vit megna ikki reiðiliga at spæla okkum fram til stórvegis av møguleikum og á bonkinum er ongin offensiv hjálp hjá Pálli at arbeiða við, so at siga. Hetta sást eisini á útskiftingarnar, ið vóru framdar – Ragnar Joensen kom inn fyri Artur og Jákup kom inn fyri Carl.

Martin Tausen sat uttanfyri við leikbann, Heini og Heine eru báðir skaddir og Kofi hevur ikki fingið uppihalds- og leikaraloyvið í lagið enn.

Sostatt byrjaði TB soleiðis:

Ivan
Carl – Teitur O. – Eirikur – Andri
Teitur J. – Rógvi – Jonas – Patrik – Artur
Adu

Á bonkinum: Hávar, Regin, Ragnar J og Jákup

Í øðrum hálvleiki megna vit tó at fáa lagt eitt størri trýst á KÍ enn í fyrsta hálvleiki. Tvær støður vóru eisini har TB leikarar og viðhaldsfólk vildu hava brotsspark, men dómari lat ikki við seg koma. Í fyrstu syftu metti hann, at Teitur J varð feldur beint á strikuni til sekstanmeturin og seinnu ferð helt dómarin ikki at Adu átti straffi eftir eina duel við KÍ verjuna. Adu var at síggja til als ikki nøgdur og helt seg hava rætt til brotsspark.

Men so knappliga úr ongum, seint í dystinum, verður ein langur bóltur hamraður fram í KÍ brotsteigin og at síggja til hevur Kalsø skil á støðuni, men tað gongur heilt galið, málmaðurin hjá KÍ kemur tvísporandi út og hetta sær Kalsø ikki, sum skallar bóltin aftur móti málinum og hann endar við at fara inn um. Hóast KÍ leikarir runnu alt teir áttu, so megnaðu teir ikki at fanga bóltinum áðrenn hann fór inn um strikuna.

Myndir frá dystinum