Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fjarstøðan til Suðuroyar er ov long

Fjarstøðan til Suðuroyar er ov long

| 16/06/14

 

Hóast landskassin hevur brúkt nærum hálva milliard uppá ferjulegu og eitt stásiligt ferðamannaskip, so aftra

norðingar seg at koma suður til fótbóltskappingar, sum FSF skipar fyri.

U8 dreingirnir, tað er dreingir sum eru 8 ár og yngri, hava verið til tríggjar kappingar íár. Teir hava einans

spælt móti FC Suðuroy og Royn. FSF hevði sett út í kortið seinasta fríggjadag, at várkappingar skuldu verða

ymsastaðni kring landið. TB skuldi spæla í Streymnesi og í Vági. TB meldaði trý lið til, og avgjørt var, at tvey

lið skuldu spæla í Vági og eitt í Streymnesi.

Jón Tórur Holm fór norður við teimum yngru dreingjunum, og teir eldru skuldu spæla í Vági. Ikki nýtist

einum at siga, at teir gleddu seg óført, at endiliga sleppa spæla móti liðum norðanfjørðs.

Dreingirnir sum skuldu spæla í Vági, gleddu seg eisini. Men, tá komið var til Vágs, so vísti tað seg, at ikki eitt

tað einasta lið norðanfjørðs møtti til kappingina. Hetta vóru 2 lið hjá B36, og 1 lið hjá AB, 1 hjá Giza/Hoyvík,

og NSÍ. Leiðarar og onnur avvarandi hjá ungdómsliðunum hava óivað eina haldgóða orsøk fyri ikki at koma,

tí børnini elska at ferðast slíkar túrar. Hetta er eitt tað stuttligasta, sum er við at spæla fótbólt, tað at koma

á onnur pláss og vitja og uppliva heimlandið hjá sær, og smádreingir stórtrívast eisini umborð á Smyrli.

Í fráveruni hjá hesum fimm feløgunum, máttu handlast einari handavending fyri at bjarga degnum, við at

gera eina kapping millum øll suðuroyarliðini. Venjararnir valdu at deila tvey janvtsterk TB-lið. Bæði liðini

taptu við einum máli móti A-liðnum hjá FCS og vunnu trygt móti B-liðnum hjá teimum og eisini móti Royn.

Eg kann leggja afturat, at kappingin í Streymnesi eyðnaðist væl. TB vann fýra dystir, spældi tveir javnar og

tapti tveir.

TB vil gjarna takka øllum sum vara av U8 fótbóltinum, hetta eru venjarar, foreldur og onnur hjálpandi. Teir

eru sera raskir og møta trúliga og væl upp til venjingar. Uttan uppbakking frá foreldrum, so var illa statt við

ungdómsfótbóltinum. Báðar kappingarnar vóru stak væl fyriskipaðar.

#innsend grein

Mynd: “Distant” – George Harrison

Viðmerkingar