Fjepparafelag verður stovnað

Tvøroyrar Bóltfelag hevur altíð verið nakað heilt serligt, og tað livir í best hugsandi umstøðum í løtuni. Felagið hevur fingið gomlu karmarnar á Sevmýri skiftar út, við snotuligar karmar inni i Trongisvági. Gamaní er nýggja TB húsið ikki bygt enn, men tá tað eisini stendur reist, hevur felag okkara, teir frægastu í landinum. Umframt betur karmar, er felagið eisini væl betur við ítróttarliga, enn tað hevur verið í mong harrans ár. TB telist loksins millum liðini í bestu deildini, eftir mong ár í útlegd haðani. Í kvøld blivu lunnar eisini lagdir, fyri einum fjepparafelagi til TB. Stovnandi fundur var hildin á Seglloftinum, og umleið 50 fólk møttu. Tríggir nevndarlimir blivu valdir, men enn er eftur, at nevndin skipar seg, og navnið á fjepparafelagnum skal finnast.

Í nevndina á hesum fjepparafelagi okkara, komu:
Egil A. Midjord
Gundur Johansen
Bergljót Hermansen

Um nevndin er fult mannað enn, ella um hon velur at taka onnur við í nevndararbeiðið, er okkum ógreitt í skrivandi stund.

Nógv góð boð um nøvn til fjepparafelagið eru longu skrivaði inn á facebook bólkin hjá teimum, og væntandi verður lýst við einum navni skjótt.

Endamál fjepparafelagsins verður uttan iva, at skipa  fjeppingina í størri mun, enn vit eru von við vanliga, og eisini verður væntað, at tey fara at skipa fyri fjepparaferðum norður um fjørð. Umboð fyri Effodeildarliðið hava eisini givið til kennar, at teir eru sinnaðir til, at man í størri mun enn áður, sleppur at heilsa á leikararnir, aftaná dystirnir.

Í dystinum sunnudagin móti NSÍ, riggaði ikki so nógv inni á vøllinum, men tað, ið verri er, er at vit ikki, í felag, royndu at lyfta okkara hetjur upp og framá.

Hetta mugu vit í felag royna at gera framyvir, og stuðla teimum, í viðgongd, eins væl og í mótgongd.
hini liðini kunnu kanska vera COOL, Men TB er KULT !!!….Einaferð TB, ALTÍÐ TB !!!

TB vitja í Gundadali nú sunnudagin, og spennandi verður at frætta, hvat nýggja fjepparafelagið fer at finna uppá. Vit skulu nokk møta upp.

Scroll to Top