Fjórðingssteypafinalan skírisdag

TB/FC Suðuroy/Royn mátti lúta fyri EB/Streymi sunnudagin, sum samstundis gjørdist fyrsta tapið hjá fótbóltssamstarvinum í vaksnamannafótbóltinum í Suðuroynni – nú skírisdag stendur NSÍ fyri skotum í Runavík. Talan er um fjórðingsfinaluna í steypakappingini.

TB/FC Suðuroy/Royn hevur sostatt fyri fyrstu ferð til uppgávu at reisa seg eftir eitt tap. Steypakappingin er at meta sum styttsti vegur til Europeiskan fótbólt fyri føroysku liðini, tí vinnarin av Løgmannssteypinum sleppur at dystast í Europeiskum undandystum.

Dysturin verður leiktur klokkan 13:00 í morgin, skírisdag 13/4.

Hinir dystirnir í fjórðingsfinaluna eru hesir:

HB – EB/Streymur
B36 – Víkingur
ÍF – KÍ

Scroll to Top