Fótbóltsskúli við Stórá

Fótbóltsskúlin hjá TB verður aftur í ár. Hann verður við Stórá frá 11. august til og við 13. august.

Lars Heiliger ungdómsvenjari hjá VfB Stuttgart undirvísir allar dagarnar saman við høvuðsungdómsvenjaranum hjá TB, Pól F. Joensen, okkara egnu venjarum og øðrum dugnaligum fólkum.

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum  millum 6-16 ár.

Luttakararnir fáa:

  • barnabuffét allar dagarnar
  • handklæði
  • drekkidunk
  • skóhorn
  • diplom
  • ein fótbólt við autografi.

Tilmelding við at flyta peningin á konto 6460-1754167 áðrenn 14. juli.

Kostnaður fyri hvønn kr. 500,-

Diplomini verða handaði í skúlagarðinum 13. august kl. 14.00, har foreldur og onnur eru vælkomin.

Minst til at viðmerkja navn og aldur á barni/børnum.

Ungdómsdeildin TB

Scroll to Top