Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltsskúlin 2014 sera væl eydnaður

Fótbóltsskúlin 2014 sera væl eydnaður

| 15/08/14

Seinastu dagarnir (týsdagin til og við tórsdagin) hevur gløgga eygað sæð óvanliga nógv virksemi inni við Stórá longu frá morgunstundini av.  Tað er afturvendandi fótbóltsskúlin hjá TB, ið hevur staðið fyri at savna okkara yngstu úr allari oynni og fleiri “útoyggjabørn”. Ungdómsdeildin hjá TB ger eitt stórt arbeiði fyri at fáa hetta upp á beinini og eiga tey stórt rós uppiborið fyri eitt væl skipað tiltak út í odd og egg. Børnini hava hugnað sær við tí góða spælinum, ið fótbóltur jú er, og eru komin væl nøgd og troytt heimaftur til foreldrini hvønn einasta dag. TB hevði í ár fingið Lars Heiliger, ið er ungdómsvenjari hjá VfB Stuttgart í Týsklandi, at koma haðar at luttaka í venjingini og saman við Niels Strøm Rødgaard, Allan Smedemark, Jákup Dam, Pól F. Joensen, Eli Hentze, Steen Hjartan Sørensen, Egil Olsen, Niels Petersen, Sigvald Steinkross, Boas Nitschke og Páll Hagbert Guðlaugsson eru okkara ungu vorðin forkelaði uppá allar mátar, ið ein kann hugsa sær, tá tað kemur til at spæla fótbólt. Hvønn dag hava børnini verið til buffét í skúlagarðinum í Trongisvági og tórsdag endaði skúlin við hugnaligari samveru, har øll tey luttakandi børnini, eftir at hava fingið køkur, saft o.a., fingu hvør sítt skreytblað, ryggsekk, fótbólt, skóhorn og drekkidunk. Ein flottur endi uppá nakrar góðar dagar í okkara frálíku umstøðum við Stórá. 105 børn luttóku í ár!

Her finna tit myndir frá tiltakinum, ið Charlotta Nielsen, forkvinna í ungdómsdeildini, hevur sent heimasíðuni og vit fara at enda við orðum hennara:

“Vit fara hervið at takka øllum luttakarum og venjarum fyri ein væl eydnaðan fótbóltsskúla, vónandi síggjast vit aftur næsta ár.
Ungdómsnevndin”