Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár

Fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár

| 13/08/15

Ársins TB Fótbóltsskúli er av á hesum sinnið. Tríggir dagar við nógvum fótbólti og stuttleika inni við Stórá eru komnir at enda fyri tey umleið 100 børnini sum hava luttikið.

Tvøroyrar Bóltfelag takkar øllum fyri tríggjar góðar, stuttligar og mennandi dagar og vónar at vit síggjast aftur næsta ár.

Ein serstøk takk til venjarar og onnur, sum hava hjálpt og stuðla í samband við fótbóltsskúlan.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá síðsta degnum – millum annað siðvanda felagsmyndin á fótbóltsvøllinum áðrenn leiðin gekk í “skúlagarðin” til handan av diplomum og annað.