Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltsskúlin liðugur og væleydnaður

Fótbóltsskúlin liðugur og væleydnaður

| 17/08/13

Fríggjadagurin upprann og hetta var seinasti dagur við fótbóltsskúlanum á hesum sinnið. Guti og hansara venjarar og hjálparar fóru út á vøllin um 9-tíðina til seinasta dagin hjá teimum saman við hesum mongu børnunum, sum møtt vóru til hetta afturvendandi tiltaki hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Trýst á myndina og tú fær hana í fullari stødd.

Trýst á myndina og tú fær hana í fullari stødd.

Sum hinar dagarnir eydnaðist tað væl og børnini hugnaðu sær óført.

Tá klokkan gjørdist 14 gekk leiðin út í Ítróttarhøllina har handan var av diplomum, bóltum v/autografum, drekkidunk, ryggsekk og onnur ting, ið børnini fingu sum minni um hendan summar fótbóltsskúlan.

Vit vóru framvið við myndatólinum hendan seinasta dagin á hesum sinnið og í høvuðsheitum er talan um felagsmyndir.

Myndirnar kunnu síggjast við at fylgja hesari leinkjuni.

Allar myndirnar, ið undirritaði hevur tikið og lagt út á netið frá fótbóltsskúlanum kunnu síggjast við at fylgja hesari leinkjuni.