Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Annað

Aldursbólkar

Luttakarnir verða bólkaðir í aldur, dygdir og styrki fyri at fáa sum best burturúr og verður tað tikin hædd fyri tí einstaka luttakaranum. Vit loyva okkum at flyta spælarar til ein annan bólk um hetta skuldi verið neyðugt.

Málmenn

Málmenn luttaka á fótbóltsskúlanum við somu venjing sum aðrir luttakarir, tó í spæli móti máli, verður málmaðurin í málinum. Við luttøku kann viðmerkjast at luttakarin er málmaður.

Taskur, drekkidunkar o.a.

Allar taskur og drekkidunkar skulu hava luttakaranavn á, soleiðis at tað verður lættari at halda skil á.

T-shirt

Tá ið tú meldar til fótbóltsskúlan, verður tú vinarliga biðin um at skriva stødd á t-shirt. Tað er ikki møguligt at broyta stødd, aftaná at bíleggingin er framd av fótbóltsskúlanum. Støddirnar eru: 4-6 / 8-10 / 12 / XS / S / M / L / XL / XXL-XXXL.

Luttakarapakki um luttakarin ikki fær møtt

Um luttakarin av onkrari orsøk ikki fær møtt til fótbóltsskúlan, er tað framvegis møguligt at fáa luttakarapakkan við at avheinta hann við Stórá ella senda mail og avtala nærri.

Fyrireiking

Tað er sera umráðandi at luttakarnir eru úthvíldir og hava fingið ein heilsugóðan morgunmat áðrenn møtt verður um morgunin. Hetta fyri at fremja bæði koncentratión og orku, og fyri at fáa tað bestu upplivingina.

Matur

Døgurði verður borðreiddur allir dagarnir og møguleiki er eisini at keypa sær morgunmat og nátturða. Luttakarin er eisini vælkomin at hava egnan matpakka og frukt við.

Vit vænta

  • At tú ert hugaður til at læra og verða saman við øðrum.
  • At tú ert virkin.
  • At tú ert koncentreraður so leingi venjingin er og ikki órógvar venjingina.
  • At tú ert ílætin eftir veðrinum og hevur møgulig skiftiklæðir við.
  • At tú hevur drekkidunkin við allir dagarnir sum tú fekst tann 1. dagin.
  • At tú fert væl við økinum.
  • At tú skikkar tær væl ímóti øðrum.
  • At tú lurtar væl eftir venjarunum.

Trivnaður

Vit vænta at øll tosa pent og virðiliga við hvønn annan fyri at skapa eitt so gott og trygt umhvørvi. Vit góðtaka ikki happing og verður gjørt vart við hetta, verða foreldrini boðsend.

Annað

  • Um barniđ hjá tær skal avstað áðrenn dagurin er liðugur, kunnu tit avtala hetta við venjarin um morgunin og síðani siga frá tá barniđ fer.
  • Um ting og klæðir eru gloymd eftir, verður hetta samla saman og goymt inni í TB-húsinum. Seti tykkum í samband við ein av fyriskiparunum um hetta.
  • Foreldur og avvarandi eru vælkomin at verða til staðar meðan fótbóltsskúlin er, men verða vinarliga biðin um at halda seg frá vøllinum meðan vant verður.
  • Fótbóltsskúlin tekur sær rætt til at taka myndir og sjónband undir venjingini.
  • Luttakarin hevur sjálvur ábyrgd av at tekna trygging við skaða og hevur eisini sjálvur ábyrgd av persónligum viðføri.
  • Við sjúku ella skaða, sum viðførir at luttakarin ikki kann halda áfram við venjingini, seta vit okkum í samband við foreldur/avvarandi og vænta vit at luttakarin verður heintaður.
  • Tað er umráðandi at rætt telefonnummar verður upplýst í luttøkumailinum.