Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Framvegis fult stigatal

Framvegis fult stigatal

| On 29, Mar 2014

Í dag var aftur dystur við Stórá har TB skuldi taka ímóti NSÍ. Undan dystinum var tað greitt at tað var toppur móti botni og tað er tað framvegis. TB vann ein tryggan sigur á heimavølli, tó við tveimum sera ymiskum hálvleikum.

TB liðið byrjaði soleiðis:

Ivan

Jákup – Martin – Teitur O – Eirikur

Aron – Rógvi – Jonhard – Heini – Teitur J

Ragnar T

Á bonkinum í dag sótu: Carl, Mikkjal, Óli, Ragnar J, Pætur

TB byrjaði dystin við at leika úteftir og hevði hetta við sær, at leikast skuldi móti vindinum. Tað var fitt av vindi til dystin – als onki várligt veður, ið annars var lova frá veðurfrøðingum.

Fyrsti hálvleikur var sum heild væl spældur og kundi okkara leikarar fingið fleiri mál enn tey, ið komu áðrenn dómarin bríkslaði til hálvleiks við støðuna 3-0.

Bæði tey fyrstu málini vóru rættuliga lík, tí tað endaði við at Aron hevði næst seinasta fótin á bótinum og eftirfylgjandi kundi Ragnar Tausen seta seinasta fót á og koyra bóltinum innum. Hetta varð feiðra við einari Robbie Keane líknandi saltomortalu.

TB sat so at siga á øllum fyrsta hálvleiki og spældi til tíðir góðan fótbólt og royndi at brúka vindin til teirra fyrimun. Teir royndu at leggja bóltin innum verjuna hjá NSÍ fleiri ferðir og tað var sum oftast til Aron og Ragnar Tausen, ið síðani skuldu jagstra bóltin.

Málið til 3-0 var eftir horna har Aron leyp upp og skallaði bóltin væl við kursi móti málhorninum, men málmaðurin fekk bjargað, men so var Martin klárur og knallaði bóltin í netmaskarnar.

Annar hálvleikur var ein onnur søga, tí her megnaði liðið ikki at byggja víðari uppá fyrra hálvleik og spælið gjørdist ikki eins gott og í fyrsta hálvleiki.

NSÍ fáa eitt mál, men megnaðu hóast alt als ikki at trýsta okkum so mikið nógv at sigurin var í vanda.

Páll framdi allar tríggjar útskiftingarnar í øðrum hálvleiki. Inn komu Mikkjal, Carl og Óli. Út fóru Teitur, Jonhard og Ragnar Tausen.

Ragnar toppskjútti

Ragnar Tausen hevur við sínum bóltførleika og skjótleika eini serlig evnir til at hótta ein hvørja verju í Føroyum og í dag var onki undantak. Ragnar gjørdi tvey av teimum trimum málunum í dag og er harvið toppskjútti hjá felagnum. Hann hevur higartil í ár skotið fýra mál.

Kundi fingið fleiri mál

Samanum tikið kann sigast, at sigurin kundi verið størri enn 3-1, málmøguleikarnir vóru fleiri og høvdu okkara menn verið eitt sindur kaldari høvdu teir lættliga fingið minst tvey mál aftrat teimum trimum.

Myndir

Myndir frá dystinum kunnu síggjast á hesa Flickr-leinkjuna.

Næsti dystur

Næsti dystur er í steypakappingini og skulu okkara leikarar ein túr til Argir har AB bíðar eftir teimum. Hetta verður leygardagin 5/4 og eftir dystin í steypakappingini er lokal brak í Vági, tá vit møta FC Suðuroy fyri fyrstu ferð.