Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Futsal-kappingar í vetur

Futsal-kappingar í vetur

| 12/09/13

Undirtøkan fyri fyrstu Futsal-kappingini var so mikið stór, at FSF hevur avgjørt, at kappingarnar verða aftur komandi vetur, og nú eisini fyri gentur. Hesar vóru hildnar í síðsta vetur og nú verður aftur skipað fyri hesum. TB verður í ár við í hesum kappingum.

FSF skrivar víðari um hesa kappingar:

Futsal-kappingarnar, ið Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri seinasta vetur, eydnaðust so mikið væl, at avgjørt er at halda fram, og komandi vetur sleppa genturnar eisini at royna seg.

Kappingarnar í 2013/2014 verða fyri Dreingir U12 (árg. 2002-2003), Dreingir U14 (árg. 2000-2001), Dreingir U16 (árg. 1998-1999), Gentur U12 (árg. 2002-2003), Gentur U14 (árg. 2000-2001) og Gentur U17 (árg. 1997-1999).

Í kappingunum hjá dreingjunum verður spælt yvir átta vikuskiftir. Fyrsta umfar verður í KÍ-høllini 2. og 3. november, og finaluumfarið, ið er seinasta umfar, verður spælt í ítróttarhøllini á Eiði 15. og 16. februar 2014.

Hjá gentunum verður spæld yvir fimm vikuskiftið. Lagt verður fyri í høllini á Eiði vikuskiftið 9. og 10. november, meðan seinasta umfar hjá gentunum verður í Hoyvíkshøllini 8. og 9. februar 2014.

Vit fylgja upp um hetta og venda aftur, so hvørt tað er okkurt nýtt hesum viðvíkjandi.

Viðmerkingar