Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrireikingar til komandi kappingarár

Fyrireikingar til komandi kappingarár

| 03/12/13

Sjálvt um fótbóltskappingin fyri kortum er farin í vetrarfrí, so er arbeiðið við at mannað TB hópin fyri komandi ár longu byrja.

Av liðnum sum umboðaði Tvøroyar Bóltfelag í EFFO deildini í 2013 eru heilt vist fýra sum ikki verða við komandi ár.

Felagið hevur sagt farvæl við Ndende, Babacar, Nicky og eisini við liðskiparan Rógva Joensen.

Higartil er bert tann eini nýggi leikarin kom til, og tað er Ragnar Joensen, sum í 2013 leikti við FC Suðuroy. Vónandi og væntandi koma tó fleiri til, sum tíðin líður.

Sjálvt um okur hava sagt farvæl við 4 kjarnu-leikarar, so síggja okur sera ljóst uppá komandi leikár. Tveir av bestu leikarunum hjá TB í 2013 vóru hovbingurin Martin Tausen og serbiski málverjin Ivan Stoikovic. Hesir báðir verða eisini at síggja í TB-troyggjuni komandi ár.

Felagið hevur eisini sáttmála við ungu harrarnar Teitur Justinussen, Teitur Olsen, Poul Ingason og Eirikur Magnusarson, sum allir hava royndir frá føroysku u-landsliðnum, og tí kunnu væntast at verða berandi kreftir fyri liðið komandi ár.

Arðir sum væntandi koma at leika við besta liðnum hjá TB komandi ár kunnu nevnast: Aron Sørensen, Hjalti Vestergaard, Heini Mortensen, Jákup Thomasen, Carl Bech, Mikkjal Nielsen, Jón Thomsen og nógvir arðir.

Av teimum sum vóru við á EFFO liðnum í ár eru enn tríggir, sum ikki hava tikið støðu til um teir koma at umboða TB í 2014 ella ei: legendan Óli Johannesen, veteranurin Dan Mortensen og so ungi kviki Ragnar Tausen. Felagið vónar tó, at allir tríggir verða við tá kappingin í 2014 byrjar.

Felagið hevur avgjørt at eingir løntir útlendingar verða við TB komandi ár, uttan málmaðurin Ivan, sum samstundis er einasti málmaður í felagnum.

Venjari hjá besta liðnum hjá TB verður sum flestu kunnugt íslendingurin Páll H. Guðlaugson.

Viðmerkingar