Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrra hálvár 3.deild – eftirmetingar

| 15/07/13

Undan kappingarárinum 2013 vóru menn ymsir á máli um hvør málsetningurin fyri 3.deild 2013 skuldi verða. Talan er jú um triðbesta liðið hjá TB, og av tí sama vóru útlitini fyri einum breiðum leikararahópi rættiliga avmarkaðir. Tó so, so vísti tað seg, at áhugin at leika við 3.deild var sera góður og tá byrja at venja, møttu yvir 15 mans hvørja ferð.

Málsetningurin var fyrst og fremst at koma í finalubólkin og so taka tað haðani.

Eins og í fjør, so átók Páll Heri sær ábyrdina av at boða til venjing og øllum tí praktiska kring hópin. Hesa uppgávu hevur Páll Heri loyst til eitt UG.

Tá hugt verður eftir hópinum sæst beinavegin, at tað fyri tað mesta eru ungir mans við avmarkum royndum. Millum royndastu leikararnir kunnu nevnast Kai Roest og Mortan Enni, ið hava royndir frá besta liðnum hjá TB.

Kappingarárið byrjaði við einum undanbólkið har TB var í bólki við Skála, Víkingi C og Undrinum. TB vann bólkin við 4 sigrum og 2 javnleikum, tó tveir teir seinastu dystirnir uttan at leika, tí mótstøðuliði ikki møtti.

Merkisvert er at leggja afturat, í teimum 4 leiktu dystinum megnaði TB bert at skjóta 5 mál, men einans lata 2 mál ígjøgnum. At hava eina málúrtøku á 5-2 í 4 dystum í 3.deild er óhoyrt, og um hugt verður eftir øðrum liðum í deildini, kann eitt nú nevnast, at eitt av teimum trimum liðunum hjá Víkingi skeyt heili 49 mál í 6 dystum í sínum undanbólkið.

Finalubólkurin er mannaður av 8 liðum, og nú deildin fór í summarfrí á jóansøku, hevur TB higartil leikt 6 dystir. Tað eru blivið til 3 sigrar, 2 javnleikir og 1 ósigur.

Sostatt hevur TB hevur 11 stig fyri 6 dystir. Hetta er nóg mikið til at TB í løtuni liggur á einum fjórða plássi saman við NSÍ við somuleiðis 11 stigum. Tó hevur TB leikt ein dyst færri, og megnar TB at vinna útsetta dystin móti EB/Streymi, kemur TB uppá 14 stig og á eitt annað pláss.

Higartil hevur B36 víst seg at verða klárt besta liðið í deildini og liggur ósvikaliga sikkurt á einum fyrsta plássi við 19 stigum.

Einasta lið B36 ikki hevur megna at fingið fulla úrtøku ímóti, er TB, tá dysturin teirra millum endaði við einum 2-2 javnleiki.

Eitt steyp er eisini komi í hús í ár, eftir at TB megnaði at vinna stevnusteypið á jóansøku á heimavøllinum við Stórá eftir brotssparkskapping móti B36. Onkur vil verða við, at hetta samstundis er fyrsta steyp TB hevur vunnið við Stóra í vaknsmannadeildini.

Samanumtikið so hevur árið hjá TB í 3.deild higartil hildnast sera væl, skrásettir eru 12 dystir, 7 sigrar, 4 javnleikir og bert 1 ósigur.

Vónandi fer seinna hálva at eydnast líka væl sum fyrra. Nú er málsetningurin eitt pláss í ovaru helvtini í finalubólkinum og við eins góðum innsatsi sum higartil, fer hetta heilt víst at bera til.

Einaferð 3. deild, altíð 3 deild.

JRS