Fyrrverandi venjari vitjar TB í summar

Finn Røntved sæst her avmyndaður, saman við sterka TB liðnum frá 1991 (Mynd: TB bókin)

Verður navnið Finn Røntved nevnt, so vita flest øll tvørafólk, hvønn talan er um. Fryntligi danin, sum var venjari hjá besta mansliðnum hjá TB, kappingarárini 1991 og 1992, fall fullkomuliga fyri felagnum og fólkinum í býnum. Hann hevur líka síðan, víst áhuga fyri, og hevur roynt at hildið kontaktir við líka, umframt at hann hevur roynt at fylgt gongdini hjá ymisku liðunum í felagnum. Fryntligi danin er framvegis venjari, og hevur tikið sær av nøkrum ungum dreingjum í Holbæk, seinastu fimm árini, sum hann nú vil vitja okkum við. -TB har givet mig så meget, og hvis jeg på nogen måde kan give lidt tilbage, så gør jeg det gerne, fortaldi vinarligi danin, í samrøðu við undirritaða herfyri.

Finn Røntved kom til Føroya á fyrsta sinni í 1991, tá hann bleiv venjari hjá besta liðnum hjá TB. Hann dámdi og stóð seg so væl her heima, at partarnir sostatt valdu at longja samstarvið. Eftir tvey eydnurík ár, flutti Finn síðani til Danmarkar aftur, men bert stutta tíð. Hann var longu í Føroyum aftur í 1995, tá hann vandi besta lið hjá FS Vágum.

Hesir eru nakrir av TB dreingjunum, sum fara at dystast móti danska liðnum úr Holbæk (Mynd: Bárður Hansen – 2010)

Seinastu fimm árini hevur Finn vant eitt dreingjalið úr árgangi 2002, og nú dreingirnir eru á aldur við okkara U10 lið, hildu vit tað vera eitt gott hugskot, at fáa Finn hendan vegin. Finn hevur arbeitt sum fótbóltsvenjari í samfull 35 ár, so hansara royndir eru ikki til at forsmáa. Hóast onki ítøkiligt er avtalað enn, so er hann opin fyri møguleikanum fyri, at hava ein fyrilestur meðan hann er her.

– Det var med stor stolthed, jeg i 1991 forlængede med TB og blev træner i 100 års jubileum for landets ældste klub, det var en stor ære. To uforglemmelige år, og kan jeg betale, bare en smule, tilbage af min følelsesmæssige gæld, vil det glæde mig, sigur Finn millum annað.

– TB fylder meget i mit hjerte, vóru millum seinastu orð danans í samrøðuni, áðrenn okur avgjørdu at fáa samskipað eina vitjan.

Kendi venjarin og ferðalag hansara vitja á Tvøroyri frá 15.-23. juli 2013, og nærri vit koma hasum døgunum, fæst meira at vita.

Scroll to Top